Kensluborið farvæl

Á Heilskaféini, sum varð sett av Aksel V. Johannesen, landsstýrismaðurin í heilsumálum í dag, stóð Aksel á einum vegamóti, har hann kensluborin takkaði fyri gott samstarv.

Torraheilsurenningin byrjaði í dag kl. 14. beint niðan fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, og kl 14.30 byrjaði Heilsukafeina, sum nú hevur fimm ár á baki.

Aksel V. Johannesen setti Heilsukaféina, á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í dag - Hetta sum er partur av torradøgunum. Røðan bleiv til eina samanumtøku av starvi sínum sum

landsstýrismaður í heilsumálum. Fyri einum ári síðan helt hann røðu júst á hesum staði - nýsettur landsstýrismaður í heilsumálum, tá ið Heilsukaféin í 2010 varð

sett.

Tá ráddi um at fóta sær og finna stevið í nýggja og avbjóðandi stavinum. Í dag stóð Aksel aftur á einum vegmóti, nú hann skal taka av nýggjum avbjóðingum á politiska pallinum - hesa ferð sum landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Aksel fegnaðist um tað góða samstarvið, hann hevði havt við Klaksvíkar Sjúkrahús sum landsstýrismaður í heilsumálum. Hann fegnaðist um at Klakvík hevði gingið undan á heilsuøkinum við m.a. at útnevna seg sum heilsubý. Klaksvíkar Sjúkrahús hevði eisini víst veg á so mongum øki - eisini við hesum skilagóða tiltaki, sum Heilsukaéin er, við upplýsing og grundleggjandi heilsukanningum, ið fólkið hevur tikið til sín.

»Til endans vil eg takka øllum fyri« - og so mátti Aksel V. Johannesen steðga á og menna seg upp aftur at takka Klaksvíkar Sjúkarahúsi og øllum starvsfólkum tess fyri

fyrimyndaliga gott samstarv.

Tað var ein kensluborin landsstýrismaðurin í heilsumálum, Aksel V. Johannesen, sum takkaði fyri hetta stutta skeið í samstarvi, nú hann fer í annað starv. Hetta sigur frá nærlagni og at Aksel V. Johannesen hevur lagt lív og sál í abeiði sítt sum landsstýrismaður í heilsumálum.

At hann vísir serligt fyrilit fyri Klaksvíkar Sjúkrahúsi og starvsfólki tess, skal ikki liggja honum til last.

Jona Nielsen, fyristøðukvinna takkaði somuleiðis fyri gott samstarv og handaði fráfarandi landsstýrismanninum blómutyssi - »Tú hevur gjørt eitt gott arbeiði, sum

landsstýrismaðurin í heilsumálum, men vit hava eisini brúk fyri tær sum landsstýrismaður í fíggjarmálum«, segði hon og ynskti Aksel V. Johannesen góða eydnu.