Spakar kettur, gamlir geldir frensar, ið ikki ána nakað ilt, fara inn eftir tí lekra bitanum, og haps, so smekkar fellan í. Har er onki at gera uttan at bíða eftir hjálpini, og tað er tann skeiva hjálpin, ið kemur: Bøðilin, ið fer til djóralæknan við neyðardýrinum. Og har verður djórið dripið, uttan tanka fyri, at kettur, júst sum tú og eg, eisini hava rætt til at liva.
Beint nú stendur (ella stóð?) ein fella við Blákollugøtu við Villingadalsveg. Allir kettueigarir har í nánd verða bidnir um at syrgja fyri, at kettan verður chipsmerkt, tí tað er einasta garanti fyri, at djóralæknin ikki gevur henni deyðssproytuna.
Tað hevði verið so natúrligt at ávara grannar og sagt frá, at tú stillar eina kettufellu upp, tí tú ikki vilt hava frensapiss inni á tínum stykki, men at drepa óskyldig djór, tað er óndt. Tú átti at hugsa um, hvat alternativið til kettur er, og hvat fer at henda, tá allar kettur eru útruddaðar. Tá verður sum í Nólsoy, har tey hava fult av rottum. Heldur tú tað vera betri?