Ókeypis kalt vatn til børnini

Fyribyrgingarráðið hevur gjørt av at veita skúlabørnum í Tórshavnar Kommunu ókeypis vatn. Hetta verður gjørt, tí Fyribyrgingarráðið ásannar, at ov nógv sodavatn verður drukkið millum tey yngru, sum kanningar eisini vísa

- Endamálið er at geva børnunum ein valmøguleika ístaðin fyri ein peikifingur, sigur Bjarta Vilhelmsen.
Bjarta er limur í Fyribyrgingarráðnum, sum stendur aftanfyri stóra vatntiltakið í høvuðsstaðnum.
- Allir skúlar í Tórshavnar Kommunu hava fingið vatnautomatir frá Fyribyrgingarráðnum, sum Fyribyrgingarráðið hevur goldið. Hetta er eisini fyri at læra børnini at velja vatn. Tí børn elska vatn. Tað skal bara vera kalt og ikki úr vatnhananum, sigur Bjarta Vilhelmsen, limur í Fyribyrgingarráðnum.
Kanningar hava víst, at tá børn hava dagliga atgongd til kalt vatn, so minkar nýtslan av sodavatni týðuliga.
Ætlanini er, at automatirnar skulu standa soleiðis, at tað er lætt at koma til. Sum skilst eru allar automatirnar komnar upp á pláss.
Talan er um eitt royndarprojekt, sum heldur áfram í eitt hálvt ár. Um tað vísir seg, at tiltakið verður væleydnað, so er ætlanin at víðka virksemið og veita ókeypis kalt vatn til øll skúlabørn í Føroyum.
Átta skúlar eru í Tórshavnar Kommunu, og tá eru skúlarnir í Kollafirði og Kaldbak taldir uppí. Tilsamans eru 13 vatnautomatir settar upp. Fyribyrgingarráðið hevur goldið allan kostnaðin, men vil ikki upplýsa, hvussu nógv tað hevur kostað.