Phønix og Jákup Á Lakjuni, spæla ókeypis konsert í Tøting leygarkvøldið 21. apríl. Konsertin byrjar kl. 21.00, og er ókeypis fyri limir í Tónleikasamtakinum Grót.
Phønix eru millum kendastu og mest spælandi fólkatónleikarunum í Danmark.
Bólkurin, ið telur 4 tónleikarar, hevur ferðast víða um og hevur spælt í mongum ymiskum londum.
Í 2008 vunnu Phønix 2 Danish Music Awards viðurslønir, fyri útgávuna "Folk".
Sí brot av teirra tónleiki her:
Jákup á Lakjuni, eisini kendur sum Viktor Kingo, er úr Fuglafirði. Hann var virkin tónleikari eitt tíðarskeið, hann var búðsitandi í Keypmannahavn, men hevur tó ikki spælt nógvar konsertir í Føroyum seinastu tíðina.
Tónleikaligi íblástrurin hjá Jákupi, kemur eitt nú frá Bob Dylan, Teitur, Johnny Cash og Leonard Cohen.
Jákup hevur einaferð áður spælt í Tøting, sí brot av framførðsluni her:
Hesum boða fyrireikarar frá í dag.