KÍ er meistari

5-0 heimasigur ímóti ÍF ber við sær, at tað er greitt, at klaksvíkingar hava tryggjað sær FM heitið

Mynd: Oliver Joensen

Tað hevur leingi verið á veg, og nú er tað veruleiki. KÍ hevur tryggjað sær FM heiti. Í dag vunnu klaksvíkingar 5-0 á heimavølli ímóti ÍF, og tað ber við sær, at KÍ hevur vunnið FM heitið fyri 21. ferð.

Tað eru trý umfør eftir at kappingarárinum, men tað ber ongum øðrum til at røkka stigatalið, sum KÍ longu hevur rokkið.

-Hetta er framúr. Hóast vit hava spælt nógvar dystir, og tað hevur gingið væl, so vístu spælararnir í dag, at teir framvegis eru svangir.Allir vildu spæla, teir vildu fegnir hva bóltin, og vit skoraðu fimm mál, staðfestir KÍ venjarin Magne Hoseth á vøllinum á Eiðinum í Klaksvík, har veðrið er gott at fegnast um FM heitið.

Magne Hoseth sigur hetta í samrøðu við Televarpið, og hann heldur fram:

-Hóskvøldið fara vit at spæla á heimavølli í Conference League ímóti Lille úr Fraklandi. Tí var tað kærkomið, at sigurin í dag varð vunnin uttan at spælararnir nýggu so nógva orku.

KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen er fegin:

-Hetta var fyrsta málið hjá okkum í ár. Í fleiri dystum nú í heyst hevur tað kenst torført, og vit hava gravað djúpt fyri at finna orkuna. Í heyst vóru fleiri spælarar skaddir, men tá ið vit møttu aftur eftir landsliðssteðgin og sóu, at spælararnir vóru væl fyri, og tað var kapping um plássini, so kendu vit, at tað stóð væl til, sigur Jákup B. Andreasen.

Liðformaðurin sigur, at teir fara at fegnasst um FM heitið í kvøld:

-At vinna FM er heilt serligt. Vit fara at eta saman í kvøld og hugna okkum, og í morgin fara vit at hava fokus á stóru uppgávuni, sum tað verður, tá ið vit hósdagin fara at spæla ímóti Lille, sigur Jákup B. Andreasen í góðveðrinum í Klaksvík.

Hálvleiksstøðan ímóti ÍF í dag var 4-0. Jóannes K. Danielsen setti beinanvegin hol  á, og tá ið ein hálvur tími var farin, økti Árni Frederiksberg um munin til 2-0. KÍ svam í málmøguleikum, og undan steðginum skoraðu Páll A. Klettskarð og Árni Frederiksberg.

Og so var tað fram ímóti dystarenda, at tveir av ungu monnunum, sum vórðu skiftir inn, stóðu fyri, tá ið KÍ eftir heilt nógvar royndir og støður staðfesti 5-0 sigurin. Silas Gaard átti uppleggið, og tað var Jóhan Josephsen, sum fyri fyrstu ferð yvirhøvur skoraði á besta liðnum hjá KÍ.

Mynd: Oliver Joensen