KÍ í verjukendari útgávu

Champions League: Tað verður við fimm í verjuni, at KÍ skal takast við Ferencváros

KÍ manglar nakrar av lyklaspælarunum til Champions League dystin móti Ferencváros, sum verður í Klaksvík í annaðkvøld. Markus Pettersen og Páll A. Klettskarð eru skaddir, meðan Odmar Færø hevur leikbann.

 

Magne Hoseth, venjari hjá KÍ, sigur í samrøðu við bolt.fo, at tað verður við fimm verjuspælarum, at KÍ skal takast við Ferencváros.

 

- Vit byrja við trimum ella fimm í verjupartinum, alt eftir, hvussu ein sær uppá tað. Vit hava brúk fyri tyngd í verjustøðu. Vit síggja, at Ferencváros spælir við meira innleggum nú enn teir hava gjørt, nú teir hava ein góðan álopsleikara har. Vit hava brúkt tað í landskappingini fyri at kunna brúka møguleikan í Evropa. Tað er ikki heilt sum eg spæli fótbólt, men alt fyri at vinna. Vit halda, at hetta er okkara máti at hava best møguleika at vinna Ferencváros yvir tveir dystir, sigur Magne Hoseth við bolt.fo.

 

Úr klaksvík verður sagt at Mads B. Mikkelsen, Heini Vatnsdal, Jóannes K. Danielsen, Patrick Da Silva og Hallur Hansson allir venja við fullari ferð. Fýra teir fyrstnevndu hava sitið uttanfyri við smærri skaðum, meðan Hallur Hansson hevur sitið uttanfyri í næstan eitt ár við knæskaða.