KÍ og Víkingur hava størstu favorittstøðurnar

Her eru oddsini upp á dystirnar í 26. umfari í Betrideildini hjá monnum

Seinnapartin verður 26. og næstseinasta umfarið leikt í Betrideildini hjá monnum.

 

Klokkan 14 vera fýra dystir leiktir. Teir eru KÍ-TB, EB/Streymur-B36, B68-07 Vestur og FC Suðuroy-Víkingur.

 

Klokkan 17.15 byrjar dysturin á ovara vølli í Gundadali í Havn millum HB og NSÍ.

 

KÍ og Víkingur hava eina greiða favorittstøðu. B36 hevur eina minni favorittstøðu, meðan oddsini upp á dystirnar B68-07 Vestur og HB-NSÍ eru næstan jøvn.

 

HER eru miðaloddsini upp á teir fimm dystirnar:

 

##med2##