Kiel tapti grannauppgerðina í Flensburg

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði aftur nógv málstig í dag

So vóru Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel fyri fyrsta tapinum í bundesliguni hetta kappingarárið.

 

Í dag var "Nord-derby", tann stóri klassikarin og grannauppgerðin millum Flensburg-Handewitt og THW Kiel í Flens Arena høllini í Flensburg. 

 

Kiel var á odda 19-16 í steðginum, men í seinna hálvleiki kom stígur í hjá kielarunum. Flensburg kom framum við seks málum, 36-30 áðrenn Kiel gjørdi ein lítlan endaspurt, og fekk minkað um leiðsluna til 36-34, men nærri komu teir ikki.

 

Elias skoraði seks mál upp á 11 málroyndir, men hann legði eisini upp til seks mál, og hevði sostatt 12 málstig í dag. Elias var saman við Lukas Zerbe og Eric Johansson toppskjútti hjá Kiel.

 

Við tapinum misti Kiel oddasessin til Flensburg, ið er fremst í deildini við 14 stigum. Kiel er nummar tvey við 13 stigum fyri átta dystir.

 

Nú klokkan 17 taka Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf móti Eisenach á heimavølli.