KÍF-ari skiftir til VÍF

VÍF og Nicklas Selvig hava í dag gjørt sáttmála um, at fyrrverandi KÍF-leikarin nú fer at spæla fyri VÍF, boðar VÍF frá.

 

Nicklas Selvig spældi ikki seinasta dystin hjá KÍF móti Neistanum 22. november, og hevur valt at fara úr felagnum í Kollafirði.

- Eftir hetta hava samráðingar verið millum VÍF og Nicklas Selvig. At Selvig kemur til VÍF er góður styrkur, nú líkindi eru til, at Áki Egilsnes fer uttanlands at spæla, skrivar felagið á heimasíðu síni.

 

Nicklas Selvig kom fyri fýra árum síðani til Føroya at spæla fyri KÍF. Hann hevur verið við til at vunnið bæði FM-heitið og steypakappingina fyri kollfirðingar.

 

Nicklas Selvig hevur flutt spæliloyvið til VÍF. Seinasti dysturin hjá honum við KÍF var 17. november og hann kann spæla sín fyrsta dyst við VÍF 17. desember.