Í grønlendska flokkinum Siumut hevur verið ein persónlig innanhýsis uppgerð millum formannin, Kim Kielsen, sum varð koyrdur frá í november, og nýggja formannin, Erik Jensen.
Kim Kielsen legði ikki frá sær sum formaður, og Erik Jensen hevur sagt, at hann er nýggja boðið hjá Siumut upp á landsstýrisformann (løgmann).
Hinvegin hevur Kim Kielsen sagt, at hann heldur, at veljarin skal gera av, hvør teirra skal vera landsstýrisformaður, um Siumut skipar nýtt landsstýri.
Og Kim Kielsen hevur ligið væl framman fyri Erik Jensen í nátt, meðan upptalt hevur verið. Higartil eru tald upp 57 av 72 valstøðum. Erik Jensen hevur higartil fgingið 1.186 atkvøður, meðan Kim Kielsen hevur fingið 1.841.
Men alt tí á, at Siumut ikki fær høvi at skipa stjórn hesaferð, tí andstøðuflokkurin IA liggur langt framman fyri í atkøvðutali og fær tí fyrsta møguleikan at skipa landsstýri.
Kynstrið verður tó – eins og tað er í Føroyum – at skipa eina samgongu. Klárir IA at telja upp í 16, so verður tað Múte Bourup Egede, sum verður formaður í nýggjum landsstýri í Grønlandi – og tað verður aðru ferð, at IA fær leiðsluna í landsstýrinum. Fyrru ferð var frá 2009 til 2013. Annars hevur Siumut sitið tungt á politiska valdinum í Grønlandi, síðani landið fekk heimastýri í 1979.