Kina kannar níggju herleiðarar fyri mutur

He Weidong, sum er næstovasti í kinesisku hernaðarnevndini, hevur ikki verið sæddur alment síðan í mars

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, saman við herleiðaranum, He Weidong, sum nú verður kannaður fyri mutur

Næst ovasti generalurin í Kina og átta aðrir hernaðartoppar verða nú kannaðir fyri mutur og agabrot, veit kinesiska verjumálaráðið at siga.

 

He Weidong, sum er næstovasti í kinesisku hernaðarnevndini og sum verður roknaður sum næst ovasti kinesiski generalurin, er millum teir níggju, sum nú vera kannaðir fyri "diciplinære" brot - ella agabrot, sum tað kallast á føroyskum.

 

Maðurin hevur ikki verið sæddur alment síðan í mars, og hetta hevur ført til nógvar gitingar. Nú hava so kinesisku myndugleikarnir vátta, at hann verður kannaður.

 

Ein annar generalur, sum verður kannaður, er Miao Hua, fyrrverandi leiðarin í deildini fyri politiskt arbeiði. Longu í juni vistu almennir miðlar í Kina at siga, at hann er koyrdur úr sínum starvi.

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at átta av níggju generalum eisini eru burturvístir úr kinesiska Kommunistaflokkinum, og hetta verður eisini váttað av talsmanninum fyri kinesiska verjuálaráðið, Zhang Xiaogang.

 

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, saman við herleiðaranum, He Weidong, sum nú verður kannaður fyri mutur