Kina hevur skrivað undir sáttmála við amerikonsku Boeing-verksmiðjuna um at keypa 200 ferðamannaflogfør frá verksmiðjuni. Prísurin er 19 milliardir dollarar. Sáttmálin bleiv staðfestur í sambandi við, at kinesiski forsetin, Hu Jintao, hevur verið á almennari vitjan í USA teir seinastu dagarnar.
Á tíðindafundi í gjárkvøldið løgdu Hu Jintao og Barack Obama dent á, at teir høvdu tosað um møguleikarnar fyri størri samstarvi og størri samhandli landanna millum.
Sambært BBC er sáttmálin um Boeing-flogførini bara ein partur av tí, sum kinesarar hava bílagt úr USA. Talan er eisini um landbúnaðarmaskinur, teleútgerð og telduútgerð, og saman við sáttmálanum um flogførini hava kinesarar bílagt amerikanskar vørur fyri 45 milliardir dollarar, sigur BBC.
Roknað verður við, at tær kinesisku bíleggingarnar kunnu skapa 235.000 nýggj størv í USA.