Kirkja fyri fólkið

Kirkjufólkið er garðurin um kirkjuna og manngarðurin er tryggur. Tað er vandamikið at forkela fólkakirkjuna. Skulu vit hava eina sjálvstøðuga føroyska fólkakirkju, má hon fyrireikast væl. Og ivasamt er, um tað er rætt at skilja kirkjuna frá statinum. Tað heldur Hans Jacob Joensen, bispur, sum metir um føroysku kirkjuna nú vit standa við aldargrindina

Tað skerst ikki burtur. Hægsti kirkjuleiðarin í Føroyum er bjartskygdur, tá hann hyggur fram.

Meðan kirkjurnar í nógvum av grannalondum okkara standa meira og minni tómar eru føroyingar framvegis trúgvir móti kirkjuni.

85 prosent av øllum føroyingum eru limir í fólkakirkjuni. Og sammett við onnur lond er kirkjufólkið í Føroyum ein tryggur garður um kirkjuna, metir Hans Jacob Joensen, bispur.

.? Eg hevði ikki sagt allan sannleikan, um eg segði, at eg slett ikki hugsaði um hatta. Tað, sum hendir í øðrum londum kemur mangan til okkara seinni. Men í roynd og veru eri eg ikki so bangin fyri tí, fyrst og fremst av eini ávísari grund:

? Í Føroyum hava vit hildið fast um ? og tað kunnu vit í stóran mun takka deknalestrinum í kirkjuni fyri ? at fólkið sjálvt syrgir fyri síni guðstænastu. Tað er ókent aðrastaðni. T.v.s. at hjá okkum er tað ikki eitt apparat, sum bara koyrir og tryggjar, at alt virkar ? líkamikið um fólk koma í kirkjuna ella ikki. Hetta meti eg sum eina stóra og sterka mótvekt ímóti øllum kirkjurákinum, sum hevur verið aðrastaðni.


Uppalingin munar

Og sambært bispi er tað uppalingin, sum føroysk foreldur geva børnum sínum, sum er klípið í garðinum kring kiirkjuna.

? Tað, sum verður lagt í barnið heimanífrá, hevur avgerðandi týdning. Sum børn vandust vit við til at ganga í kirkju. Vit lærdu, at kirkjugongdin hoyrdi minst líka nógv til lívið, sum tað, at tú skuldi í skúla aftur mánamorgun.

? Tað er ein hóttan móti Fólkakirkjuni, um heimini plasera kirkjuna og hennara boðskap, sum nakað heilt sekundert, sum ongan týdning hevur.

? Eg tori ikki at siga, at eg síggi nøkur serlig tekin um, at tað gongur tann skeiva vegin. Tvørturímóti. Mínar royndir eru øgiliga positivar. Tað merkir ikki, at viðurskiftini eru, sum tá eg vaks upp við Gjógv. Men tað týdningarmesta er har..


Bjarnatænastan

Tað ljóðar kanska løgið. Men tá bispur hyggur inn í framtíðina, sær hann eitt vandamál í, at kirkjan verður borin á lógvum. Vandin er fyri, at kirkjufólkið missur sín virkna leiklut í kirkjuni, um kirkjan fær í posa og sekk.

? Einasti hátturin, tú kanska kanst beina fyri kirkjuni upp á ? og tað hevur onkur sagt, at vesturheimurin er dømi um ? er, at gera so nógv gott fyri kirkjuna, at boðskapurin hvørvur. Fólk tíma ikki at lurta, tí tey halda seg ikki hava brúk fyri tí.

? Í nógvum londum í vesturheiminum hevur kirkjan nóg mikið av pengum og bygningum. Hon hevur alt tað, sum skal til. Vilt tú brúka tað, so kanst tú fara har. Vil tú ikki, so er tað líkamikið. Tú merkir so at siga ikki um kirkjan er har ella ikki.

? Kirkjan skal ikki berast á lógvum. Tað er sunt fyri alt livandi, at vit viðhvørt merkja, at tað verður kravt nakað av okkum. Somuleiðis skal tað eisini verða kravt nakað av kirkjuni. Og tá eg tosi um kirkjuna, so hugsi eg ikki um meg sjálvan, prestarnar ella kirkjuráðini. Kirkjan er fólkið.


Eingin fríkirkja

Fólkakirkjan hevur verið merkt av rembingum tey seinastu árini. Opið stríð hevur verið millum prestar og einstaklingar við heilt ymiskari bíbliufatan. Ein prestur hevur lagt frá sær, aðrir hava verið skuldsettir fyri ranglæru, og tað verður tosað hart um at stovna fríkirkjur í Føroyum.

Men bispur stúrir ikki fyri, at kirkjan klovar í næstu øld. Hetta grundgevur hann m.a. við, at stríðið ikki hevur staðið millum sjálvt kirkjufólkið.

? Tær rembingar, sum hava verið innan kirkjuna, eru nógv meira nakað, ið er skapt av nøkrum heilt fáum persónum.

? Eg haldi, at kirkjufólkið hevur verið rættuliga illa við av hesum. Kirkjan er nakað gamalt, sum føroyingar eru góðir við. Tey vita hvat kirkjan stendur fyri. Kirkjufólkið vil hava tað góðu gomlu kirkjuna, har tað er vítt til veggja og høgt til loftið. Har tú sjálvur gert av, um tú vilt koma ella ikki, og har tað ikki er prestsins uppgáva at meta um, hvør ið er verdugur og ikki, sigur bispur, sum heldur, at landið er ov lítið til at rúma fleiri kirkjum.

? Eg ivist ikki í, at kirkjuliga eindin verður varðveitt. Samfelagið er so pinkulítið. Tað kostar pengar at stovna fríkirkjur og tað má vera eitt ávíst fólkagrundarlag

undir eini fríkirkju.


Gott við kjaki

Tað eru eymir spurningar, sum stríðið í fólkakirkjuni snýr seg um: kvinnuligir prestar, fosturtøka og vígsla av samkyndum og fráskyldum.

Spurningurin er um ósemjan ikki er so grundleggjandi, at tað er hopleyst hjá pørtunum at semjast, so at kirkjan sum frálíður verður pínd niður av teologiska tvídráttinum.

? Hasum eri eg ikki bangin fyri. Í ávísum førum kann mann gott liva við spenningunum og viðhvørt kann tað vera nokkso positivt, tí tað kann fáa fólk at hugsa, sigur Hans Jacob Joensen.

Kortini viðgongur bispur, at eisini hann hevur hugsað tankan, at almenna teologiska toganin kann elva til, at fólk velja at siga fólkakirkjuni farvæl.

? Ja tað geri eg viðhvørt. Men viðhvørt haldi eg eisini, at summi fólk eru kanska mestsum ov bangin fyri konfrontatiónini. Tað er rætt, at tað hevur verið grúiliga friðaligt hjá okkum, men tað merkir ikki at prestar altíð hava verið samdir um alt, sigur bispur.


Samkynd og fosturtøka

Spurningurin er so, um fólkakirkjan verður so frílynt í næstu øld, at hon t.d. fer at góðtaka vígslu av samkyndum og fosturtøku?

? Nei, eg rokni ikki við, at kirkjan fer at góðtaka ella góðkenna hetta við samkyndum. Hvat fólk gera, mugu tey sjálvi taka ábyrgd av. Men, kirkjan eigur at halda fast við, at hjúnarlagið er millum mann og konu.

? Hvussu fólk vilja liva saman er teirra egna ábyrgd. Tað hevur okkara kirkja fyri sovítt ikki lagt seg út í, á annan hátt enn gjøgnum boðskapin. Boðskapurin er eisini lóg og evangelium, og so mugu fólk taka støðu til tað.

 ? Vilja fólk fyri várharra verja tað, tey gera, ja so er tað teirra... Tað er protestantiskur kristindómur. Presturin ella kirkjan standa ikki ímillum guð og tann einstaka. Einstaklingurin stendur beinleiðis yvirfyri guði.

Hans Jacob Joensen metir ikki at tað er uppgávan hjá fólkakirkjuni, at siga sína hugsan um fosturtøku, eins og katólska kirkjan hevur gjørt.

 ? Fosturtøka fer altíð at vera eitt kjakevni í fólkakirkjuni. Tað má so merkja, at fólk gera sína ávirkan galdandi mótvegis teimum politisku flokkunum. Tí tað er har avgerðirnar verða tiknar á hasum økinum.


Skapar ósemju

? Hevði tað greiðasta ikki verið, at fólkakirkjan boðaði alment frá hvørja støðu hon hevur til spurningin um fosturtøku, tey samkyndu og allar hinar eymu spurningarnar?

? Hygg at katólsku kirkjuni. Hon hevur meldað út og har er sanniliga ikki semja. Tað hevði verið hundrað ferðir verri her hjá okkum, tí protestantarnir hava, í 500 ár verið vanir at hava sínar egnu meiningar. So tað haldi eg slett ikki, sigur bispur, sum heldur, at teir eldfimu spurningarnir heldur eru eitt mál fyri tað verðsliga valdið, at taka støðu til.

? Nakað heilt annað er so, at pávin kann melda út, tí hann er also umboð fyri katólsku kirkjuna. Men á hasum økinum eru hvørki eg ella prestarnir ella nakar...hvør skal melda út við hvørjum? Og á ein hátt bilar tað einki, at vit ikki hava eitt beinleiðis mandat, at melda út.

? Men tað at fólk, sum kristin fólk, spyrja hvat flokkarnir halda um hesar spurningar ? tað er í lagi.

Grundlógin avgerðandi

Gongst, sum samgongan vil, verða Føroyar skipaðar sum fullveldisríki áðrenn lang um líður. Hetta merkir, at vit fáa eina sjálvstøðuna føroyska fólkakirkju, ið er leys av donsku fólkakirkjuni.

Hans Jacob Joensen heldur, at tað trupult at spáa um hvønn týdning tað fær fyri kirkjuna, verður hon sjálvstøðug. Tað veldst í stóran um, hvat ið fer at standa í føroysku grundlógini, sum beint nú er í stoypiskeiðini.

? Fyri meg er tað avgerðandi hvat ið fer at standa í grundlógini um føroysku kirkjuna. Og eg meti, at í føroysku grundlógini eigur at standa meira enn í teirri

donsku. Tað var jú eitt eksperiment hjá dønum. Teir ásettu eina lógargrein, sum sigur: »Folkekirkens forhold ordnes med lov?«. Greitt er, at teir meintu, at tað skuldi haldast ein stórur kirkjufundur, okkurt slag av stýri av kirkjuni, sum skuldi vera lóggevandi. Men so langt kom tað ongantíð, tí semja fekst ikki í lag.

? Tí haldi eg, at ein føroysk grundlóg eigur at taka hesar spurningarnar upp. Skal orðingin verða nøkunlunda tann sama sum í donsku grundlógini, so má ásetast á hvønn hátt tey kirkjuligu viðurskiftini skulu skipast við lóg, sigur bispur.

Hans Jacob Joensen heldur tað hava hava alstóran týdning, at føroyingar geva sær góðar stundir, tá ein yvirtøka av kirkjuni skal fyrireikast.

 ? Tað er als eingin grund til, at vit skunda nakað ígjøgnum, at vit ikki geva okkum stundir til at fáa eina nattúrliga avloysing av tí danska, har nakað føroyskt kemur í staðin. Lat tað okkum ikki vera nakað hastverk.


Statur og kirkja

? ella statskirkja

Sum partur av donsku fólkakirkjuni er føroyska kirkjan ein statskirkja. Men spurningurin er hvussu leingi hon verur tað afturat.

Í Svøríki er avgerð tikin um at skilja kirkjuna og statin sundur. Í Noregi kannar ein nevnd hendan møguleika, og eisini í Danmark verður skilnaðurin umrøddur.

Tískil bendir okkurt á, at kirkjan í Føroyum kanska ikki verður ein statskirkja í framtíðini, sigur Hans Jacob Joensen.

? Sjálvur haldi eg, at tann skipan, sum vit hava í dag ? har kirkjan stórtsæð sleppur at passa seg sjálva og viðurskiftini við statsmaktina eru góð ? hevur sínar dygdir. Tað er heilt givið.

? Eg trúgvi onga løtu upp á, at tað hevði gjørt tað lættari, um vit fingu eina synodukirkju, har so og so nógv fólk skulu semjast? Eina slíka kirkju hava tey í Noregi. Har hendir mangan tað keðiliga, at bisparnir ikki eru heilt samdir, og at kirkjufundurin gongur ímóti bispunum.

? Eg haldi, at vit hava ein skipan, har frælsið innan kirkjuna er rættuliga stórt. Og har kirkjan ikki verður tvingað av statsmaktini hvørki til eitt ella annað, sigur bispur sum heldur, at kirkjan er fult so væl vard í verandi skipan.

Hans Jacob Joensen gongur út frá, at spurningurin um støðu kirkjunnar verður viðgjørdur, nú føroysk grundlóg verður fyrireikað. Samstundis leggur hann dent á, at hann heldur tað vera púra nattúrligt, at umboðini fyri kirkjuna verða spurd eftir, tá lunnar verða lagdir undir framtíðar kirkjuna í Føroyum.