Í slíkari blaðgrein, sum hesari, er vónleyst at skriva søguna um Ljóm og Vágs Kirkju úr enda í annan. Men tað er heldur ikki ætlanin. Heldur verður her stutt tikið samanum, nú Kirkjukórið Ljómur og Vágs Kirkja hava sjeyti ár á baki, og serliga verður dentur her lagdur á at greiða eitt sindur frá upprunanum til Ljóm, og sjeyti ára longu søguna hjá kórinum, ið her bert kann lýsast í smábrotum.
Kirkjuvígsla við kórsangi
Í bóklinginum “Ljómur fimti”, ið Niels Juel Nolsøe skrivaði, stendur at lesa, at kórsangur hevur verið í Vágs Kirkju, áðrenn Ljómur byrjaði. Hetta var í gomlu kirkjuni á Kirkjukletti, áðrenn Ljómur byrjaði í nýggju kirkjuni. Bang-Jensen var prestur í Vági frá 1931 til 1938, og frú Bang-Jensen savnaði fólk saman, og høvdu tey eitt kór, ið sang til høgtíðirnar. Prestahjúnini Bang-Jensen fóru aftur til Danmarkar í 1938, og var tað eitt nýtt kór undir nýggjari leiðslu, ið byrjaði í nýggju kirkjuni úti í Tippinum.
Í nótabók, sum Kirkjukórið Ljómur gav út í 1951, stendur í formælinum, at í 1939 tóku fólk í Vági seg saman, við Edith Dahl á odda, at stovna kirkjukórið “Ljómur”.
Byrjanin til kórið var, at nakað undan kirkjuvígsluni tann 19. februar í 1939, tosaði kirkjuráðsformaðurin Johan Mortensen ráðsins vegna við Ellu Nolsøe, urguleikara við gomlu kirkjuna í 20 ár, um at fáa savna eitt kór.
Um hetta stendur í einum sangi, ið var yrktur til eitt ára haldið hjá kórinum:
Tí Ella organist fór í býin
At savna saman til eitt kirkjukór
Fimm og tjúgu blivu vit í tal
Nú herum ein sangur ljóða skal
Tey hittust fyrstuferð hjá Ellu Nolsøe 15. februar 1939 og sungu til vígsluna tann 19. februar. Í onkrari skrivligari keldu, sum liggur eftir Edith Dahl, roknar hon 15. februar at vera føðingardag kórsins, men hann hevur annars altíð verið hildin saman dag, sum kirkjan fyllir, nevnliga 19. februar.
Til fyrstu gudstænastuna í nýggju kirkjuni, ið varð vígd av Fuglesang-Damgaard, Sælands biskupi, har Jákup Dahl las inngangsbønina á føroyskum og Jógvan Waagstein, organistur, leikti pre- og postludium, sang kórið fleirræddaðu kórsvarini.
Kórið mennist
Eftir vígsluna, varð hildið á við venjingum, og vant var nú til páskir. Kórið mentist og fólk legðist afturat.
Fyrsta venjingin fór, sum nevnt, fram heima hjá Ellu Nolsøe, men so tók Edith Dahl við. Á páskum í 1939 var fyrsta ferðin, at kórið útinti ta tænastu, sum síðani hevur verið fastur táttur av gudstænastuni í Vágs Kirkju, og sungu tey sálmar.
Fyrsta árið var virkið ár hjá Ljómi og sungu tey til fleiri høvi. Venjingin fór fram alt árið, og hildið var bert frí eina viku eftir hvørja høgtíð, og eina viku aftaná eina konsert.
Nevnast kann, at fyri stuttum vóru 100 ár síðni, at Edith Dahl var borin í heim, og mintist Ljómur dagin við at syngja sangir frá hennara tíð sum kórleiðari við eina guðstænatu í Vágs Kirkju.
Allahalgannakonsertin og “Nú hvítna tindar”
Ljómur setir enn í dag dám á, tá tiltøk eru í Suðuroynni, hvørt talan er um flaggdagshald, grækarismessu, jóansøku ella annað.
Ein árlig høvuðshending í virkseminum hjá Ljómi var, og er framvegis, konsertin allahalgannasunnudag. Kórið og kirkjan hava verið tengd saman, men eru tó tvinnir partar, ið hava stuðlað hvør øðrum. Peningurin, ið er innkomin við offurgongd á árligu heystkonsertini, er farin til kirkjuna, ið eisini hevur verið karmur um virksemið hjá kórinum.
Í samband við allahalgannakonsertina verður ofta tikið fram tilknýtið, ið sálmurin “Nú hvítna tindar fjøllum á”, hevur til Vágs Kirkju og Ljóm.
Sálmurin var framførdur á føroyskum á allahalgannakonsertini hjá Ljómi í Vágs Kirkju í 1942. Árið frammanundan høvdu tey sungið sálmin hjá N.F.S. Grundtvig “Nu falmer skoven trindt om land, og fuglestemmen daler”. Men Edith Dahl setti seg so í samanband við Robert Joensen í Klaksvík, og bað hann umseta sangin til føroyskt.
Sigast má, at hann kom væl frá umyrkingini, ið væl lýsir fólksins stríð í bøð og haga, í bjørgum og á sjónum, tá alt hetta var lívsgrundarlagið, og tey á heystardegi, tá alt var komið til høldar, vildu takka tí Altvaldandi fyri.
Sálmurin er, enn sum áður, fastur táttur í allahalgannakonsertini hjá Ljómi.
Felagslív, útferðir og føtur undir egið borð
Í bóklinginum “Ljómur fimti”, verður søga kórsins væl lýst, og gjørt verður eisini burturúr felagslívinum og tess týdningi. M.a. sæst, at dúgliga er yrkt til veitslur, tá kórliminir hva verið saman til veitsluhald.
Eisini verður nógv gjørt burturúr at siga frá ferðum, ið kórið hevur gjørt, bæði innan- og uttanlands.
Av uttanlandsferðum kann nevnast, at Ljómur í 1954 fer til Noregs, og byrjar ferðin við skipinum “Tjaldur”. Tey løgdu eisini leiðina til Keypmannahavnar.
Ljómur vitjaði í 1986 eystanfyri jarntjaldið, sum fyrsta kór her á landi. Í Pólandi í 1986 og í Sovjet í 1988.
Síðani hevur kórið eisini verið nógv á ferð uttanfyri landoddarnar, eittnú í Íslandi.
Aðrar stórhendingar í kórsøguni hjá Ljómi, ið ikki slepst undan at nevna, eru helst, at fyri nøkrum árum síðani varð farið undir fløguætlan, og gjørdist fløgan veruleiki og kom út fyri nøkrum árum síðani.
Onnur hendingin var, tá Ljómur í 2006 ognaði sær hús, ið standa nærhendis kirkjuni í Vági. Hóast stórt tak, hevur hetta givið kórinum fast tilhaldsstað við øllum hentleikum.
Ljómur hevur eisini í stóran mun sett dám á kórtónleik í Útvarpi Føroya, har upptøkurnar við Ljómi, ið eittnú Janus Mohr stóð fyri, ikki eru so fáar í bandasavninum.
Kórleiðarar
Tá nevnast skulu fólk við tilknýti til kirkjuna og kórið og kórleiðarar, so er helst ver at nevna brøðurnar Niels og Jóannes Nolsøe. Niels er í tann kórlimur, ið hevur verið longst í kórinum, og var hann eisini kórleiðari, og Jóannes var sum kórleiðari frá 1983 og fram til seint í nítiárunum, veruliga við til at fáa kórið á breddan, eittnú í útvarpshøpi, og var hann virkin og eldhugaður kórleiðari, til hann fyri nøkrum árum síðani fór til Danmarkar at virka sum urguleikari burturav.
Báðir brøðurnir hava eisini virkað trúgvir sum urguleikarar við Vágs Kirkju.
Í hesi grein eigur helst eisini at nevnast, at Ella Nolsøe hevði 50 ára starvsdag sum urguleikari við Vágs Kirkju í 1971. Hon sat tó seinastu ferð við urguna í 1981, og var hon tá 83 ára gomul.
Í “Ljómur fimti” sæst, at Edith Dahl doyði 6. januar í 1960. Ellen Dahl tók á seg at leiða kórið í 1960/61, og Inga Nolsøe var kórleiðari frá 1964 til 69, Niels Nolsøe frá 1961 til 1964 og aftur frá 1969 til 1983, tá Jóannes Nolsøe tók við.
Eftir at Jóannes Nolsøe fór til Danmarkar fyri eini 10 árum síðani, hevur eittnú Dorthe Tilma stjórna kórinum, og nevnast kann eisini Jens Mortan Mortensen og Ólavur Hátún eitt stutt skifti. Nú eru hjúnini Lars og Cindy Mensonides komin úr Noreg til Vágs, og er hetta fongur fyri Ljóm, sum hervið hevur góðan leiðara í Lars. Lars og Cindy eru bæði tónleikalærarar.
Halda dagin
Í samband við at Vágs Kirkja og Kirkjukórið Ljómur fylla 70 ár 19. februar verður barna og familjugudstænasta sunnudagin 22. februar klokkan 14.00.
Kirkjukórið Ljómur fer at syngja til gudstænastuna. Tað er Cindy Mensonides van der Leden sum stjórnar kórinum, og Lars Mensonides kemur at hava urguspælið til gudstænastuna. Umframt at Patrick De Neergaard prestur luttekur, verður eisini ein søga til børnini.
Kirkjukórið Ljómur hevur verið virkið øll 70 árini, og er í støðugari menning. Kórið telur í dag umleið 25 sangarar úr allari Suðuroynni.
Aftaná gudstænastuna er kirkjufólkið vælkomið í Ljómhúsið til ein drekkamunn.
Keldur: Ljómur fimti (Niels J. Nolsøe)
Kirkjurnar í Vági (Magnus Hansen)
Alnetið og egið minni