Níggju fólk vórðu særd, tá ein bumba, sum lá í einari listu, brast í Diyala-landspartinum har norðuri í Irak í dag. Tey, sum vórðu særd, brúktu kistuna í einari mótmælisgongu til minnis um skyldfólk og vinir, sum hava latið lív í álopum fyrr.
Tey mótmælandi kravdu, at menn, sum eru limir í tí hernaðarliga felagsskapinum Asaib al Haq, skulu fáa harða revsing. Teir eru undir illgruna fyri at hava skipað fyri bumbuspreingingum, sum hava kostað meiri enn 80 mannalív.
Myndugleikarnir hava handtikið seks limir í felagsskapinum og sett teir í varðhald. Teir seks hava viðgingið, at teir hava skipað fyri fleiri álopum, ið hava kravt fleiri mannalív.