KJ ger 14 aliringar til Hetlands

Í ár hevur KJ Hydraulik framleitt og selt 32 aliringar, og væntandi verða ringarnir ikki færri næsta ár.

KJ Hydraulik á Kambsdali er nú av álvara farið út um landoddarnar við sínum aliringum, og sáttmáli er eisini gjørdur við hetlendingar um ein alibát av teimum størstu.

- Tað nýggjasta er, at nú hava fingið sáttmála um 14 aliringar til alifyritøkuna Grieg Seafood Shetland í Hetlandi. Hetta er eitt felag, sum norðmenn eiga, og Grieg-samtakið hevur eisini aling í Orknoyggjunum og Kanada.

Tað sigur Jóannes Mørkøre, søluleiðari hjá KJ. Hann vísir á, at alt søluarbeiði tekur tíð, og tað eru nøkur ár síðan, at KJ og Grieg Seafood Shetland fyrstu ferð tosaðu saman.

- Fyrr í heyst vóru eg og stjórin í KJ, Ólavur A. Olsen, í Hetlandi, og síðan hava stjóri og alileiðari í Grieg Seafood Shetland eisini verið í Føroyum.

Jóannes sigur, at meðan umboðini fyri Grieg Seafood Shetland vitjaðu í Føroyum, fingu teir eisini høvi at vitja føroyskar alarar, og eitt nú vitjaðu teir Bakkafrost.

Hann heldur, at tað hevði sín stóra týdning fyri avtaluna, sum KJ hevur fingið, at stjóri og alileiðari hjá Grieg vórðu so væl móttiknir í Føroyum.

- Teir, sum standa aftanfyri Bakkafrost-samtakið, vóru so vinarligir og opnir um viðurskifti kring felagið og aliútbúnaðin hjá felagnum.

Jóannes Mørkøre vísir á, at á ferðini í Føroyum fingu umboðini fyri Grieg Seafood Shetland kunning um føroysku alivinnuna, eins og teir deildu út av teirra vitan um sítt alivirksemi.

- Orsøkin til, at teir vilja keypa 14 aliringar frá KJ er, at teimum dámar styrkina í okkara ringum og mátan, teir eru gjørdir uppá.

Teir 14 ringarnir, sum sáttmáli nú er gjørdur um, eru 100 metrar í ummál, og tað gevur eitt tvørmát á 31,8 metrar.

- Hetta eru ikki stórir aliringar í okkara verð, men Grieg Seafood Shetland velur hesar, tí tað er ikki so djúpt, har alingin hjá teimum fer fram, og við smærri ringum stingur nótin ikki so djúpt.

Søluleiðarin vísir á, at teir størstu ringarnir, sum KJ framleiðir, eru 160 metrar í ummál.

- Í ár hava vit framleitt 32 aliringar tilsamans, flestu ávikavist 128 og 160 metrar í ummál.

Jóannes Mørkøre heldur tað ikki vera óhugsandi, at KJ fer at fáa fyrispurningar um fleiri aliringar til Grieg-samtakið.

- Gongst, sum vit rokna við, koma vit at framleiða í minsta lagi líka nógvar aliringar í 2015, sum vit hava framleitt í ár, tí longu nú eru fleiri ringar umbidnir til føroyskar alarar við levering í 2015, leggur søluleiðarin aftrat.