Fyri at minka um dálking av olju, broytti Tórshavnar kommuna tann 1. januar 2008 reglugerðina fyri bátapláss. Í hesari broyting stendur, at allir bátaeigarar hava skyldu at hava eitt kjølsvín liggjandi í bátinum.
Kjølsvínini hava tann eginleika, at tey kunnu súgva olju burtur úr sjógvi. Mett verður at kjølsvín, sum kunnu taka 2-4 litrar av olju eru hóskandi.
Um eingin óvanligur leki ella líknandi er, kundi tað verið hóskandi at skift kjølsvínið einaferð um árið.
Eini 630 bátapláss eru í kommununi, so bert nakrir dropar frá hvørjum báti, kunnu dálka rímiliga nógv, sigur Tórshavnar Kommuna.