Kjak um orðið útoyggj

Valið stóð millum útoyggj og smáoyggj

- Nú verður bara tosað um útoyggjar, nøvnini á útoyggjunum verða nærum ikkin nevnd longur, og vit eru ikki longdur verd tað sama sum onnur, tí vit búgva á ?útoyggj?. Her er okkurt galið.

Soleiðis segði onkur á einum av fundunum hjá útoyggjanevndini. Nevndin hevur eisini viðgjørt spurningin, um tað er rætt at brúka orðið útoyggj sum felagsheiti fyri tær ymsu smáu oyggjarnar.

Um hugt verður eftir landafrøðiliga týdninginum eru allar oyggjarnar, sum nevndin hevur arbeitt við, ikki útoyggjar sum so, men í orðinum liggur eisini ein annar týdningur, sum kann samanfastast soleiðis: Oyggjar, ið ikki hava nøktandi ferðasamband og ikki hava somu menningarmøguleikar sum meginlandið.

Eitt uppskot í nevndini var, at orðið smáoyggjar varð brúkt ístaðinfyri útoyggjar. Meirilutin av útoyggjanevndini helt tó, at heitið útoyggj framhaldandi skuldi brúkast, meðan minni parturin ynskti at brúka hitt heitið.

Tí varð niðurstøðan av kjakinum, at útoyggjarnar framyvir eisini skuldu kallast útoyggjar.