Kjansir mugu takast

Helgi Winther Olsen gjørdi eina væleydnaða roynd at gera útslag, tá menninir kappaðust í lopi

 

Fimleikur

 

 

 

At talan er um eitt slag av gambling, tá lopið verður í fimleiki hjá monnum, var lopið hjá Helga W. Øster eitt gott dømi um. Hóast talan bert var um eina roynd, so royndi hann at gera eitt útslag, og ikki kann sigast annað enn, at hetta eydnaðist væl.

 

 

 

Væl nøgdur

 

Sjálvur tóktist Helgi eisini at vera væl nøgdur um lopið, tá vit fingu orðið á hann beint eftir fyrru kappingina.

 

- Jú, eftir umstøðunum gekk tað helt væl. Springbrettið er øðrvísi enn tað, sum eg eri vanur við, og eisini var renningarbreytin ov stutt til mín.Vit hava eisini bara vant eina ferð undan kappingini, so alt í alt gekk tað kortini fínt.

 

Spurdur, um tað so ikki er at satsa eitt sindur, tá mann í einasta lopinum roynir eitt somikið torført lop, svarar Helgi, at sjálvandi er tað tað.

 

- Jú sjálvandi er tað ein stórur kjansur at taka, men hann skal takast. Tað er tað, sum mann vinnur uppá, segði Helgi at enda.