Í morgun hevur Kjartan Joensen úr Leirvík aftur tikið sæti á tingi Tað ger hann, nú Óli Breckmann hevur biðið um farloyvi í óásetta tíð.
Eisini Bjarni Djurholm bað um Farloyvi í morgun. Rodmund Nielsen er næsti maður á listanum, men hann hevur boðað frá, at tað liggur ikki fyri hjá honum at møta á tingi.
Av tí sama kom Kitty May Ellefsen á ting í morgum fyri Bjarna Djurholm. Og nú Óli Breckmann eisini hevur biðið um farloyvi, er tað sostatt Kjartan Joensen, sum tekur sæti á tingi