Kjartan var toppskjútti hjá Bækkelaget

Kjartan Johansen var sera eyðsýndur í dag tá Bækkelaget var á vitjan hjá toppliðnum, Drammen

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget høvdu í dag torføran útidyst í bestu norsku hondbóltsdeildini móti Drammen, ið er oddalið í deildini.

 

Drammen vann dystin 35-30. Í steðginum var Drammen á odda 19-17.

 

Kjartan gjørdist saman við Leander Myklebust Seime toppskjútti hjá Bækkelaget. Kjartan og Leander Myklebust Seime skutu seks mál hvør. Kjartan hevði eisini eitt upplegg til mál og vann liðnum eitt brotskast.

 

Bækkelaget er nummar 11 í deildini við trimum stigum.

 

Bjarni í Selvindi, Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Kristiansand taptu á heimavølli 21-26 fyri Runar Sandefjord. Í steðginum var Kristiansand á odda 15-11, men í seinna hálvleiki gekk av skriðuni, har Kristiansand bert megnaði at skjóta seks mál. 

 

Kristiansand er aftast í deildini við tveimum stigum.

 

Liðið sum Sonni Larsen, Viking TIF megnaði í dag at vinna fyrsta sigurin í hesum kappingarárinum. Viking TIF vann á heimavølli 36-33 (16-14) á Arendal. Føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell var ikki við á liðnum hjá Viking TIF í dag. 

 

Viking TIF hevur eins og Bækkelaget og Fjellhammer trý stig fyri teir fyrstu seks dystirnar hetta kappingarárið.