Kjokkfult til Páll Finnur Páll

Ólíkt mongum av undanfarnu árunum var einki útlendskt høvuðsnavn hósdagin á Summarfestivalinum. Við tí í huga hava fyriskipararnir av Summarfestivalinum uttan iva hugsað, at Páll Finnur Páll kann nýtast sum høvuðsnavn fyri hósdagin.

 

Hetta eydnaðist bara lutvíst til fulnar. Har var nokk av fólki. Ja, har vóru so nógv, at var man frammaliga, so kundi tú ikki flyta nógv meira enn høvdið - uttan so at øll rundanum hoppaðu.

 

- Vit elska Klaksvík. Tað er her, vit eiga at spæla, segði Finnur Jensen, ein av forsangarunum í bólkinum.

 

Teir sungu allar sínar kendu og væl dámdu sangir, meðan stórur partur av fjøldini sang við. Eisini vórðu nakrir sangir av komandi fløguni sungir.

 

Tað, sum tó darvaði framførsluni, var ljóðið, sum stutt sagt ikki var gott nokk. Kendi man ikki sangirnar frammanundan, so var ógjørligt at hoyra, hvat sungið varð. Av tí sama blivu nógvir av góðu songunum hjá Páll Finnur Páll tíverri til okkurt, sum mest ljóðaði sum larmur.

 

Larmurin tyktist tó ikki at ávirka fremstu áskoðararnar nevnivert, sum hoppaðu og dansaðu til sang fyri og sang eftir.