Klæmint bjargaði NSÍ úr tronganum

NSÍ var fram ímóti dystarenda um at missa sigurin, men so skoraði Klæmint A. Olsen sigursmálið á Argjum

Tað var um reppið, at NSÍ klossaði sigurin burtur á Argjum í kvøld. Fýra minuttir undan leikloki javnaði Bjarki C. Nielsen hjá AB til 2-2 eftir framlegging úr vinstru frá Jaspar Van Der Heiyden. Tá hevði NSÍ lítla løtu frammanundan havt stóran møguleika at økja um leiðsluna til 3-1, men Klæmint A. Olsen misnýtti, tá ið hann var leysur fyri opnum máli.

So var tað, at Klæmint A. Olsen var framvið, tá ið AB verjan iki fekk bóltin burtur. Hann skoraði mál nummar 195 í bestu deildini. NSÍ vann øll trý stigini, og tað kann fara at vísa seg, at hetta málið fer at hava alstóran týdning.

Aron Knundsen legði beinanvegin NSÍ framum 1-0 við beinleiðis frísparki. Bólturin sigldi millum fleiri spælarar og í AB málið, sum Bjarki Vitalis Mørk vardi ídag.

Bjarki C. Nielsen javnaði til 1-1, tá ið eitt stórt korter var farið. Tað var eftir horna og eftir at Sørin Samuelsen hevði snittað bóltin inn fyri málið.

Javnleikurin helt, inntil tað restaðu trettan minuttir. Petur Knundsen legði tá NSÍ framum 2-1. Hann heilfluktaði bóltin í málið, eftir at Klæmint A. Olsen við bringuni legði bóltin fyri føturnar á málskjúttanum.

Níggju minuttir seinni javnaði Bjarki C. Nielsen til 2-2, og so var tað stórur spenningur, um heimaliðið fór at megna at vinna eitt stig, eftir at hava víst framúr góðan hugburð og í løtum at hava víst gott avrik.

Tað eyndaðist ikki. Klæmint A. Olsen syrgdi fyri NSÍ sigursmálinum. Hann hevur skorað 195 mál, og NSÍ er av álvara við í kappingini um oddasessin.

https://www.in.fo/myndasavn/

 

AB – NSÍ 2-3 (1-1)

0-1: Aron Kundsen 8.

1-1: Bjarki C. Nielsen 17.

1-2: Petur Knudsen 76.

2-2: Bjarki C. Nielsen 86.

2-3: Klæmint A. Olsen 87.

Dómari: Rúni Olsen

AB: Bjarki Vitalis Mørk – Dánjal Reginsson Gert Drangastein (Bartal S. Petersen, 79.), Sørin Samuelsen, Eli S. Christiansson, Jákup Pauli Breckmann – Tóki á Lofti (Adeshina Lawal, 65.), Janus Svabo Samuelsen, Bjarni Skála (Rógvi N. Poulsen, 72.), Jaspar Van Der Heyden – Bjarki C. Nielsen

Gult kort: Tóki á Lofti, Jákup Pauli Breckmann

Reytt kort: Rógvi N. Poulsen 92. (2 gul kort)

Venjarar: Tonny Brimsvík og Símun Samuelsen

NSÍ: Tórður Thomsen (Karstin Hansen, 16.) – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen – Pætur Hentze, Betuel Hansen, Salmundur Bech, Jann S. Benjaminsen – Aron Knudsen (Búi Egilsson, 63.), Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

Gult kort: eingin

Venjari: Glenn Ståhl