Klæmint í eyðkenda lagnum

NSÍ sendi í kvøld AB suður aftur við stórum tapi

Tað er munur á teimum, sum stríðast fyri at sleppa undan aftasta plássinum og teimum, sum kappast fyri at vinna seg fram á toppin.

Tað sást í góðveðrinum við Løkin í Runavík í kvøld.

NSÍ vann 5-1 ímóti AB.

Harvið er NSÍ aftur næstfremst við 19 stigum, meðan AB framvegis er aftast við trimum stigum.

Støðan var 2-0, tá ið átjan minuttir vóru farnir.

Fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin royndi AB at svara aftur, og tað eydnaðist at minka um munin.

Men tað varð ongantíð spenningur um, hvør fór at vinna sigurin.

Petur Knudsen, sum var sera eyðsýndur, setti hol á beinanvegin, og Klæmint A. Olsen skoraði seinna málið í fyrra hálvleiki.

Klæmint skoraði tvey mál í seinna hálvleiki. Hann hevur nú skorað sjey mál og er saman við Jóannes Bjartalíð hjá KÍ toppskjútti við sjey málum.

AB gjørdi eitt sjálvmál, og Eli Christiansson minkaði tíðliga í seinna hálvleiki um munin til 2-1.

http://www.in.fo/matches/?no_cache=1&tx_iklivescores_match%5Bmatch%5D=599&tx_iklivescores_match%5Baction%5D=show&tx_iklivescores_match%5Bcontroller%5D=Match&cHash=4b380f9690ade6a0368866ab8049ebfb 

NSÍ - AB 5-1 (2-0)

1-0: Petur Knudsen

2-0: Klæmint A. Olsen

2-1: Eli Christiansson

3-1: sjálvmál

4-1: Klæmint A. Olsen

5-1: Klæmint A. Olsen

862021520
NSÍ9612191019
B36960312918
Víkingur8512171316
Skála850313615
HB9432151015
TB92257178
EB/S82069136
ÍF91178214
AB910810273

 Mánadagin 13. mai

Víkingur – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 18.00

Skála – KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00

 

 10. umfar

Fríggjadagin 17. mai

ÍF - Víkingur

Sunnudagin 19. mai

EB/Streymur - NSÍ

Skála - B36

HB - KÍ

AB - TB