Eystanstevna er hetta vikuskiftið í Runavíkar kommunu. Tí verður dysturin hjá NSÍ ímóti AB í kvøld steypadystur.
Setningurin hjá NSÍ er at halda tørn um trýstið á KÍ, sum í gjárkvøldið vann 2-0 á Skála, og hjá AB er setningurin at lyfta seg úr botninum.
Gongdin hjá hesum báðum feløgunum hevur verið heilt hvønn sín vegin. Tá ið tey 12. mai hittust við Løkin vann NSÍ 5-1. Síðani tá hevur NSí í trimum dystum vunnið fulla úrtøku við málmuninum 14-2. AB hevur vunnið eitt stig – 2-2 ímóti TB – og tapt tveir við málmuninum 6-2.
Fyri tveimum vikum síðani tapti AB 2-1 í Klaksvík. Argjamenn vóru á odda, inntil vanliga leiktíðin var um at vera farin. Annað KÍ málið luktaði av rangstøðu, akkurát sum annað B36 málið gjørdi tað, tá ið AB 30. mars tapti 2-1 á heimavølli, eftir at AB var á odda, inntil vanliga leiktíðin var um at vera farin.
Tað hevur ljóðað, at AB hevur arbeitt við at fáa nýggjar spælarar til felagið, men enn hevur einki verið at frætta um, at ætlanin er vorðin til veruleika. Tað er smeitur, at veteranurin Bárður Olsen er skaddur. Tað er ivasamt, um Jobin Drangastein verður førur fyri at spæla íkvøld.
Ímóti AB skoraði Klæmint A. Olsen trý av teimum fimm málunum. Tølini siga, at landsliðsframherjin er í hopla. Hann hevur í trimum dystum skorað sjey mál. Hann eigur føroyska málmetið, sum er 176 mál, og hvørja ferð hann skorar, setir hann nýtt met.
Bárður J. Hansen er tøkur aftur, meðan tað er ivasamt, um Petur Knudsen verður førur fyri at spæla. Hann er darvaður av akslaskaða.
NSÍ – AB: Alex Troleis kl. 19.00.