Klæmint vil hava álopið at rigga aftur

Sigfríður og HB hugsa framvegis um Europa

Tað eru tvey lið, sum ikki megnaðu tað leygardagin, ið tey høvdu vónað, sum hittast við Løkin í Runavík íkvøld.

NSÍ var partur av málleysum javnleiki í Trongisvági, eftir at tað næstseinast endaði við heimatapi ímóti Skála:

NSÍ liðformaðurin, Klæmint A. Olsen, heldur, at hann og liðfelagarnir skylda fjepparunum og sær sjálvum ein virðiligan enda á kappingarárinum:

-Vit spæla fyri at vinna hvønn dyst og harvið eisini tann íkvøld. Avrikið í Suðuroy var í verjupartinum munandi betri, enn tað var ímóti Skála. Nú ræður um at fáa álopsspælið at rigga aftur.

Leygardagin var Árni Frederiksberg eftir langan skaðasteðg á vøllinum síðstu løtuna. Hann fer at hava størri leiklut í kvøld.

 

Í HB kendist tað sum stórt vónbrot, tá ið tað í staðin fyri sigrinum, sum heimaliðið í Gundadali stríddist fyri at vinna, endaði við 2-1 tapi ímóti FM biðlunum í Víkingi, sum skoraðu sigursmálið stutt undan leikloki.

HB er átta stig aftanfyri B36, sum er á bronsuplássi og harvið í løtuni hevur atgongumerkið til europeisku kappingina í hondini. Kortini vil HB venjarin Sigfríður Clementsen ikki heilt avskrivað møguleikan at sleppa upp í part í Europa næsta summar:

-Vit spæla framvegis fyri at vinna hvønn dyst. Um vit gera tað, so fáa vit at síggja, hvussu hini úrslitini laga seg. Liðið er í menning. Um HB ikki vinnur seg í Europa í ár, so verður tað næsta ár. Vit hava fleiri blaðungar spælarar á liðnum, sum spæla nógv og harvið fáa størri ábyrgd, sigur HB venjarin Sigfríður Clementsen.