- Klárt at klippa snórin

Soleiðis sigur Jón Tyril, fyriskipari av G! Festivalinum, sum fer av bakkastokki um ein lítlan hálvan tíma. Fyrsta framførslan verður við Guðrun og Bartal, sum byrjar klokkan 17.

 

G! Festivalurin tykist fáa eina góða byrjan, sum fer at fylgjan tí ætlan, sum er løgd út í kortini. Tað eru nógv ting, ið skulu ganga upp í eina hægri eind fyri at alt skal ganga væl.

 

- Tað suðar av lívi, tað ríkur úr pottunum og tjaldingarøkið er flottari enn nakrantíð, soleiðis sigur Jón Tyril, tá portalurin tosaði við hann fyri løtu síðani.

 

Longu í gjár komu nógv fólk á festival og tey hava hugnað sær óført.

 

- Tað komu millum 1.000 og 1.500 fólk í gjár og tey hava hugna sær, sum ein nú ger á einum festivali, sigur Jón Tyril.

 

Stóra navnið hesa ferð er Travis. Teir skulu eftir ætlan verið lendir nú, men teir eru seinkaðir.

 

- Travis koma í góðari tíð, tí teir eru í hesi løtu á veg til landið, og skulu ikki á pallin fyrr enn í morgin. Teir eru eitt sindur seinakðir, men lenda helst í kvøld, sigur Jón Tyril víðari.

 

Hóast nakrar smávegis trupulleikar, so tykist G! Festivalurin fáa eina góða byrjan í ár.

 

- Tað eru altíð onkur smáting, men annars er klárt at klippa snórin til G! Festivalin 2011, staðfestur Jón Tyril at enda.

 

Rás2 sendur frá G! Festivalinum frá í kvøld klokkan 18:00.