Nú er klárt inni á Oyrunum hjá finsku fyristøðumonnunum at koma at seta upp stóru høllina í komandi viku.
Hetta stendur at lesa á facebook vanganum hjá marghøllini í Vági.
Arbeiið at gera fundamentini er liðugt, og í vikuni frættist, at Jens Petur Brattalíð er settur fyristøðumaður fyri virkseminum í høllini, sum ætlandi verður tikin í nýtslu seinni í ár.
Inni í marghøllini verður fótbótlsvøllur, sum er 60 x 40 m. Graslíki verður lagt á vøllin. Men umframt góðar umstøður til fótbólt, so verða eisini góðar umstøður til frælsan ítrótt.
Øðrumegin fótbóltsvøllin verða 4 rennibreytir á 60 m., soleiðis at tað ber til at hava innandura kappingar í 60 m. renning og 60 m. forðarenning. Eisini verða økið til hæddarlop, longdarlop og trý-lop, umframt at tað kring fótbóltsvøllin verður rennibreyt.
Inni í marghøllini verður eisini innibygningur við ymiskum hentleikum. Hentleikarnir fevna um 4 skiftirúm, rúm til ítróttafeløg, fundar- og undirvísingarhøli, køkur, handikapp-wc, lyft, goymslurúm, vaskirúm, teknikkrúm og skrivstovu.