Klárt til hálvfinalur í Afrika

Í gjárkvøldið spældu Nigeria og Egyptaland spælt seg í hálvfinalurnar í kappingini um afrikanska meistaraheitið, og harvið er klárt at fara undir hesar hósdagin

Fótbóltur

Dysturin millum Nigeria og Zambia endaði við málleysum javnleiki. Longda leiktíðin førdi heldur einki við sær, annað enn eina útvísing til Apam hjá Nigeria. Tískil var neyðugt við brotssparkskapping, sum Nigeria vann 5-4.
Merkisvert var, at nigerianski málverjin Enyeama bjargaði seinastu royndini frá Zambia, áðrenn hann sjálvur skoraði avgerandi brotssparkið fyri Nigeria.
Hina fjórðingsfinaluna í dag vann Egyptaland 3-1 á Cameroon. Cameroon legði seg á odda, tá Hassan stútaði bóltin í egið net eftir hornaspark.
Sami Hassen javnaði stutt fyri hálvleik, men tá var tað málverjin Kameni hjá Cameroon, sum var óheppin og fór skeivur av skotinum.
1-1 var eisini støðan, tá dómarin bríkslaði eftir 90 minuttir. Bert tríggjar minuttir inn í longdu leiktíðini, sendi Gado Egyptaland á sigurskós, tá hann fangaði eina afturlegging frá Geremi og skoraði til 2-1.
Tríggjar minuttir eftir hetta var aftur galið. Hassan sendi eitt fríspark avstað, sum Kameni stýrdi upp undir tvørtræið, áðrenn bóltur støkk niður á milstrikuna og út.
Dómarin metti tó, at bólturin hevði verið innanvert málstrikuna og dømdi mál.
Harvið gjørdist sigurin veruleiki hjá Egyptalandi, og Cameroon staðfesti sína egnu vanlagnu í seinna hálvleiki av longdu leiktíðini, tá Chedjou varð vístur av vøllinum eftir eina neyðbremsu.