Kappróður
Róðrarlíkindini vóru tey fagrastu á jóansøku á Tvøroyri. Eitt lítið lot inn eftir fjørðinum hevði við sær, at tað gekk upp á stás at leggja bátarnar. Eingin róður varð skotin av, áðrenn bátarnir komu á mál, og tíðirnar vóru merkisvert góðar.
Tað gingu stívliga tveir tímar frá tí, at fyrsta skotið gelti, og til síðsta 10?mannafarið var komið á mál. Tað ber illa til at ímynda sær, at tað kann ganga skjótari, tá havt verður í huga, at fasti starturin varð fluttur av túsund og út á 1500 metrar, og so aftur úr á 2000 metra málið.
Einasti nýggi vinnarin, tá sammett verður við norðoyarstevnuna, var 6?mannafarið Sølmundur. Á norðoyarstevnu vann Strálan tann róðurin.
Havnarbáturin vann. harvið vardi hann stoltleikan hjá høvuðsstaðnum, og hann var samstundis einasti vinnarabáturin, sum ikki var úr Klaksvík ella úr Runavík. Klaksvíkingar vunnu tríggjar róðrar, og Róðrarfelagið NSÍ vann tvær kappingar.
Í Klaskvík hava tey í nýggjari tíð ikki vunnið í kappróðri. Sigrarnir á norðoyarstevnu vóru í heimasjógvi, og tá bar ikki til at gera nakað burturúr aftaná. Leygarkvøldið klokkan hálvgum tólv kom Dúgvan í góðveðrinum á vánna við kappróðrarbátunum og manningunum. Sámal Jákup togaði tvær ferðir í floytuna, og so stúgvaðist fólkið saman á Stongunum.
Eftir móttøkuna var kaffi og køkur í róðrarneystinum. Sunnudagin søgdu fleiri, at tey harmaðust um, at tey ikki vistu av hesum. Men onkur helt, at vón er fyri, at tiltakið kann endurtakast.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð fóru trailarar leygarkvøldið runt í býnum í Klaksvík. Onkur ilskaðist kanska um, at náttarfriðurin varð órógvaður, men í Klaksvíkar Róðrarfelag halda tey seg vita, at lagið gjørdist betur, tá tey funnu út av, at tað vóru glaðir kappógvarar, sum vóru upp á spæl.
Næsti FM róðurin verður í Fuglafirði leygardagin.