Tað gongur sum eftir ánni hjá KÍ. Í dag hevur KÍ vunnið 1-0 á heimavølli ímóti ÍF í tættari uppgerð. Einsamalla málið skoraði málrevurin Páll Klettskarð, tá ið ein hálvur tími var farin.
Meistararnir í B36 meiri enn hálvkiksaðu enn eina ferð á heimavølli. Hesa ferð eydnaðist tað TB at fara úr Gundadali við 2-2. Øll málini vórðu skorað í sera lívligum 1. hálvleiki.
Á nýggja undirlagnum í Sarpugerði var úrslitið millum Víking og HB 2-2. Øll málini vórðu skorað í 2. hálvleiki, tá ið HB tvær ferðir var á odda. Síðsta korterið var Víkingur undirmannaður, tí liðformaðurin Atli Gregersen varð rikin av vølli. Tað var um reppið, at havnarmenn fóru við øllum, men dómarin kolldømdi, tá ið HB í síðstu løtu fekk bóltin í málið aftanfyri Geza Turi.
Í Runavík endaði grannauppgerðin millum NSÍ og B68 við 2-0 sigri til gestirnar, sum hava verið illa kroystir í botninum.
Í gjár vann EB/Streymur jóansøkudystin á Vágseiði 2-0 ímóti FC Suðuroy, sum meiri og meiri líkist niðurflytara.
Úrslitini í 14. umfari bera við sær, at EB/Streymur hevur styrkt um sína støðu sum topplið, og at KÍ nú hevur lagt seg fremst í kappingini millum avbjóðararnar hjá toppliðnum!
At tað eydnaðist B68 at vinna lyklauppgerðina ímóti NSÍ ber við sær, at tað nú av álvara er spenningur um næstaftasta plássið.
NSÍ-B68 0-2 (0-1)
0-1: Jónleif Højgaard
0-2: Óli H. Olsen
KÍ-ÍF 1-0 (1-0)
1-0: Páll A. Klettskarð
Víkingur-HB 2-2 (0-0)
0-1: Fróði Benjaminsen br
1-1: Kaj Leo í Bartalsstovu
1-2: Andrew av Fløtum
2-2: Hjartvardur Hansen
B36-TB 2-2 (2-2)
1-0: Súni Olsen
1-1: Dan Mortensen
2-1: Símun Joensen
2-2: Bojan Timic
FC Suðuroy-EB/Streymur 0-2 (0-1)
0-1: Arnbjørn Hansen
0-2: Hans Pauli Samuelsen
Støðan
EB/Streymur 30
KÍ 27
Víkingur 26
HB 22
ÍF 21
B36 19
TB 17
NSÍ 14
B68 14
FC Suðuroy 3
15. umfar
Fríggjadagin 29. juni
Víkingur-B36
NSÍ-EB/Streymur
Leygardagin 30. juni
ÍF-HB
FC Suðuroy-KÍ
B68-TB
----
Víkingur HB
Liðugt!
2-2
Víkingur kom undan trýstinum frá HB við einum stigi. Tað var tætt við, at HB fór við øllum, men dómarin kolldømdi, eftir at HB í síðstu løtu hevði bóltin í Víkinga málinum.
Víkingur stríddist undirmannaður síðsta korterið, tí Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen varð rikin av vølli, tá ið tað restaði eitt korter!
MÁL
70 min 2-2: Hjartvard Hansen
Tað er sera tætt, spennandi og lívligt í Sarpugerði, og nú hevur Víkingur javnað. Hjartvard Hansen, sum júst var innskiftur, var fyrstur á, eftir at Teitur Gestsson í HB málinum hevði hálvbjargað!
Báðir partar spæla fyri at vinna, og hvørjin tykist vera nøgdur við eitt stig!
MÁL
60 min 1-2: Andrew av Fløtum
Eftir innlegg gjørdist Andrew leysur í brotsteiginum og við sínum góða bóltførleika eydnaðist tað honum eftir innlegg at temja og seta bóltin framvið Geza Turi. Víkingamálverjin hevur verið skaddur eina løtu, men hann er komin aftur á beinini.
MÁL
60 min 1-1: Kaj Leo í Bartalsstovu 58.
Tað var beinanvegin, at heimaliðið svaraði aftur í Gøtu. Miðvallarin Kaj Leo í Bartalsstovu sneiddi framvið fleiri og varð einsamallur við HB málverjanum, sum hann lyfti bóltin uppum.
MÁL
50 min 0-1: Fróði Benjaminsen brotsspark
Gestirnir hava verið grammir í Sarpugerði, og tíðliga í 2. hálvleiki hevur HB vunnið úrtøku. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og liðformaðurin Fróði Benjaminsen var tryggur úr ellivu metrum!
HB hevur físka lotið undan, og bæði undan steðginum og fyrstu løtuna eftir hvíldina hava gestirnir úr høvuðsstaðnum verið væl grammari enn heimamenninir.
Hálvleikur 0-0
42.min 0-0: Framvegis einki mál í Gøtu nú tað stundar til hálvleiks.
35.min 0-0: Einki mál komið í Gøtu enn
13.min 0-0
B36 TB
Liðugt!
2-2
TB er á veg úr Gundadali við einum stigi eftir 2-2 ímóti meistarunum í B36.
Síðstu løtuna royndi B36 at trýsta fyri at vinna sigursmálið, men tað eydnaðist ikki.
TB var vandamikið í snarálopum, men tað eydnaðist ikki at skora. Næst við vóru teir, tá ið bólturin brast í stólpan aftanfyri Meinhard Joensen.
70 min 2-2
B36 hevur framvegis bóltin mesta partin av tíðini, men tað eru málmøguleikar í báðum endum. Spurningurin er nú, hvussu B36 - við dystinum ímóti KÍ fyri viku síðani í huga - fer at fyrihalda seg til avbjóðinga at leggja trýst á fyri at fáa sigursmálið!
Hálvleikur: 2-2
43.min 2-2 MÁÁÁLLL: Bojan Timic javnað við brotssparki
34.min 2-1: MÁÁÁLLL: Súni Olsen sendi bóltin innfyri til Símun Joensen, sum stútaði bóltin í málið.
32.min 1-1 MÁÁÁLLL: Dan Mortensen hevur javnað fyri TB eftir hornaspark úr høgru.
24.min 1-0: MÁÁÁLLL! Súni Olsen hevur lagt B36 á odda 1.0. Bleiv spældur leysur í brotsteigin og avsluttaði trygt upp í nettakið.
17.min 0-0. Jákup á Borg skallar eftir innlegg, men TB málverjin bjargar.
13.min: 0-0. TB hevur havt skot á trýkantin. Gilli Sørensen átti royndina.
NSÍ B68
Liðgt!
0-2
Tað eru væl nøgdir toftamenn, sum eru á veg úr Runavík og stutta teinin út aftur á Toftir.
Eftir langa oyðimarkagongd og tap oman á tap og harvið hóttan av niðurflyting eydnaðist tað at vinna 2-0 ímóti grannunum í NSÍ.
B68 var meiri ágangandi og nærlagt, og tí kom tað ikki óvart á, at tað eydnaðist at vinna, hóast NSÍ fram ímóti dystarenda royndi at flyta fólkið langt fram og leggja trýst á frammarlaga á vøllinum.
80 min 0-2: Óli Olsen
MÁL
Tað er ógvuliga nógv, sum bendir á, at toftamenn skulu fara úr Runavík og út um Rókina við øllum stigunum. Óli Olsen hevur skorað fyri B68, sum harvið er frammanfyri við tveimum málum. Møguleikin stóðst eftir at NSÍ hevði mist í uppspælinum, og toftamenn gjørdu skjótt av og spældu Óla Olsen púra blankan frammanfyri málið hjá Kristiani Joensen.
75 min 0-1
Fyrra partin av 2. hálvleiki hevði B68 væl meiri trýst, men síðani hevur NSÍ ment seg aftur. Serliga eftir at miðverjin Jens Joensen varð fluttur fram í álopið er tað komin meiri broddur og tyngd í álopspartin hjá heimamonnunm.
Hálvleikur 0-1
42.min: 0-1: B68 framvegis á odda.
16.min 0-1: MÁÁÁLLL! Jónleif Højgaard hevur lagt B68 á odda 1-0 við hørðum skoti.
13.min 0-0
KÍ ÍF
Liðugt!
1-0 til KÍ
Klaksvíkingar hava við teprum 1-0 sigri á ÍF styrkt um sína støðu á bronsuplássinum!
80 min 1-0
Fuglfirðingar leggja alt meiri fyri í álopspartinum í roynd at fáa mál og stig. Nú hava teir flutt miðverjan Bartal Eliasen fram í álopið.
65 min 1-0
Tað er tætt, lívligt og spennandi í Klaksvík, men síðstu løtuna hava tað ikki verið serliga upplagdir málmøguleikar.
Hálvleikur 1-0 til KÍ
35.min 1-0: MÁÁÁLLL: Páll Klettskarð hevur lagt KÍ á odda 1-0.
13.min 0-0
(Vegna tekniskar trupulleikar er beinleiðis frásøgnin á portalinum nakað skerd í løtuni)