Klaksvíkingar spæla í átta feløgum

Umframt í KÍ, eru klaksvíkingar at síggja í sjey øðrum feløgum. Bæði her heima og uttanlands

 

Hagtøl


KÍ hevur altíð verið eitt tað størsta og fremsta felagið í Føroyum. Nógvir fínir spælarar eru uppvaksnir í Klaksvík, men tey seinastu árini hevur gongdin verið tann, at fleiri av bóltsnillingum úr Norðoyggjum fara úr barndómsfelagnum og royna eydnuna aðrastaðni. Í dag eru átta upprunaligir klaksvíkingar at síggja í ikki færri enn sjey (!) øðrum feløgum í fremstu deildunum í Føroyum, Danmark og Noregi. (í Føroyum)


Føroyum

HB Allan Mørkøre, Rógvi Jacobsen

B36 Heðin á Lakjuni

B68 Arnold Joensen

EB/Streymur Gunnar á Steig


Danmark

FCK Todi Jónsson

Herfølge Jákup Mikkelsen


Noreg

Sogndal Kurt Mørkøre


Saman við fyrrverandi KÍ-leikarunum, póllendingunum Andrzej Pacek (B36) og Marek Vierzbicki (VB) kundu klaksvíkingarnir í útlegd næstan mannað eitt heilt fótbóltslið, ið ivaleyst hevði verið eitt upplagt evni til meistaraheitið í 1.deild. Eingin av hesum nevndu monnunum gleðir tó býarmenn sínar á einum fótbóltsvølli í 2001.

Hinvegin hevur felagið ongan føroyskan spælara í hópinum, ið er uppvaksin aðrastaðni enn í Klaksvík. Allir teir tólv føroyingarinir, ið vóru við í dystinum ímóti GÍ sunnudagin, hava sínar røtur í KÍ. Hinir

tveir eru jugoslavarnir, leikandi venjarin Tomislav Sivic og tann nýkomni Aleksander Djordjevic, sum spældi við fyri fyrstu ferð. Eitt annað felag í 1.deild, sum ongan føroyskan leikara hevur aðrastaðni

frá, er FS Vágar. Vágamenn brúka tó tríggjar útlendingar á vøllinum, og ein afturat stendur fyri venjingini.