Klaksvíkin spennir seg út til Norðoyastevnu

Sólin skínur oman og niðan henda fagra fríggjamorgum og ber boð um eitt stevnuvikuskifti við góðveðri.

Nógv er á skrá næstu dagarnar og bæði kommuna, feløg og handlar hava spent seg út at gera tað so gott sum møguligt. Ein rúgvismikil skrá er at finna á klaksvik.fo og á fb hjá Norðoya Kunningarstovu

 

Út rúgvuni leygardagin er ma.

 

Á Biskupstorginum bjóðar Banknordik morgunmat frá kl 09.30 til kl. 11.00 tá setanin av Norðoystevnuni verður. Tað er borgarstjórin, Karl Johsansen, sum setur Norðoyastevnuna við hátíðarligu tónunum frá Klaksvíkar Hornorkestri.

 

Seinnapartin verður grillin tendra á Biskupstorginum við moyrum stevnubúffum við alskins góðum afturvið. Anfinn og Co koma á pallin við 18 tíðina og uttan iva fara við at øll at stemma í «nei nei nei útsalg útsalg, ikki aftur útsalg»

 

Kappróðurin sum setur gongd í stevnuhýrin, serligu tónarnar frá sanginum knýttur at vinnandi bátunum og sum øll duga at syngja við til er í Kvf og setur veruligan dám á stevnuna.

 

Út á leygarkvøldið verða tvær stovukonsertir, tann eina kl. 21 við navnframa Marius í gomlu húsunum hjá Einar Waag eldra har bæði mjúku tónarnar frá MARIUS og okkurt gott sum verður bjóða at leska sær við stimbrar sansirnar – ein lekkur heildaruppliving sum ikki má fara framvið. Avmarka atgongd til 25 pláss. Atgongumerki keypast á Visit Norðoy.

 

##med2##

 

Seinna stovukonsertin verður Ì søguliga Nólsoyar Pálshúsinum har okkara hugaheimur verður fyltur av góðum minnum knýtt at legendariska tónleikinum hjá Vestmonnum, ein konsert har tónleikur, umhvørvi í søguliga húsinum og lekri føroyski breyðviðskerin gongur upp í eina størri heild. Her er eisni avmarka atgongd til 48 pláss. Atgogumerki fáast á Visit Norðoy

 

##med3##

 

Seinni um um kvøldið verður kyndlagonga, røða í Vágstúni við Anfinni Heinesen leiðara í mentanarhúsinum og tónleikur frá Klaksvíkar Hornorkestri og fýrverk.

 

Ja ein rúgvismikil skrá sum kann njótast í góðveðrinum í Klaksvík um vikuskiftið

 

##med4##