Seinnapartin verður fimti FM kappróðurin í ár. Hann verður í Fuglafirði, har varmakeldustevna er hetta vikuskiftið.
Sammett við undanfarnu kappróðrarnar er ein róður komin aftrat. Tað eru 6-mannaførin við kvinnum, har Gongurólvur og Jarnbardur fara at kappast í Fuglafirði.
Í kappingini millum 8-mannaførini fara Heiðabáturin og Argjabáturin at kapprógva í dag. Higartil í ár hevur kappingin millum hesar báðar bátarnar verið tøtt og spennandi, og soleiðis verður tað ivaleyst eisini í dag.
Undanfarnu ferðirnar hevur Tofta Regin úr Vági eisini verið við í kappingini millum 8-mannaførini. Hann verður ikki við í dag. Vágbingar bjóða seg í dag fram umborð á Smyrli í kappingini millum 6-mannaførini.
Í kappingini millum 10-mannaførini smoygdi Havnarbáturin sær síðsta leygardag á jóansøku á Tvøroyri inn ímillum Drekan Reyða og Klaksvíking. Tað hevur verið roknað við, at nýggi Klaksvíkingar fór at standa seg væl í FM kappingini. At Drekin Reyði hevur verið so stinnur og harvið er favorittur at endurvinna FM heitið, og at Klaksvíkingur fyri viku síðani endaði á triðja plássi ber við sær, at tað er neyðugt hjá klaksvíkingum at vinna í dag og kanska allar tríggjar ferðirnar, sum eru eftir at kappast, um tað skal eydnast at vinna FM.
Klokkan 13
Barnaróður dreingir
6 Ørnin
7 Firvaldur
8 Tekla
9 Jallurin
10 Royndin Fríða
11 Spógvin
12 Ternan
Barnaróður gentur
5 Strípan
6 Pílur
7 Títlingur
8 Blikur
9 Hulda
10 Báran
11 Beinta
12 Dúgvan
Klokkan 15
5-mannafør gentur
5 Dúgvan
6 Spógvin G
7 Silja
8 Fípan Fagra G
9 Firvaldur (VER)
10 Jallurin
11 Sílið 2G
12 Blikur
6-mannafør menn
5 Gongurólvur G
6 Herningur
7 Páll Fangi G
8 Lómur
9 TvørabáturinVER)2G
10 Rádni
11 Jarnbardur G
12 Hvessingur
13 Smyril
1 | Tvørabáturin | 27 | ||
2 | Páll Fangi | 22 | ||
3 | Rádni | 20 | ||
4 | Lómur | 16 | ||
5 | Jarnbardur | 15 | ||
6 | Hvessingur | 7 | ||
7 | Herningur | 4 | ||
8 | Gongurólvur | 1 | ||
9 | Smyril | 0 |
5-mannafør dreingir
6 Ternan G
7 Kollur
8 Frúgvin (VER)
9 Sílið G
10 Tjaldrið G
11 Beinta
12 Blikur
8-mannafør
8 Heiðabáturin
9 Argjabáturin (VER)
1 | Argjabáturin | 26 | ||
2 | Heiðabáturin | 26 | ||
3 | Tofta Regin | 20 |
5-mannafør kvinnur
6 Jallurin
7 Drekin
8 Teistin
9 Erla Kongsdóttir VER
10 Ritan
11 Ørnin
6-mannafør kvinnur
8 Jarnbardur
9 Gongurólvur
10-mannafør
6 Skálabáturin (masters)
7 Ormurin Langi
8 Havnarbáturin
9 Drekin Reyði (VER)
10 Klaksvíkingur
11 Nólsoyingur
1 | Drekin Reyði | 27 | ||
2 | Klaksvíkingur | 24 | ||
3 | Havnarbáturin | 21 | ||
4 | Ormurin Langi (RK) | 16 | ||
5 | Nólsoyingurin | 12 |