Klárt til Team Rynkeby 2015

Nú ber til at melda seg til súkklutúrin til París í 2015

Nú ber til hjá teimum, ið kundu hugsað sær at luttikið í føroyska Team Rynkeby í 2015, at senda inn umsókn.

 

Stórur áhugi var at sleppa við á føroyska súkkluliðið, sum skal súkkla til París komandi ár, og ikki færri enn 140 umsóknir komu inn. Pláss er fyri 35 luttakarum á føroyska liðnum.

 

Nú kunnu so tey, sum ikki megnaðu at sleppa við á súkkluliðið hesaferð, royna aftur, og somuleiðis kunnu onnur áhugað melda seg til Team Rynkeby 2015.

 

Hetta fer fram á heimasíðuni hjá danska Team Rynkeby, har til ber at útfylla eitt skjal. Møguligt er at senda inn umsókn fram til tann 20. august næsta ár.

 

Á heimasíðuni stendur, hvussu tú kanst økja um møguleikan fyri at sleppa á súkkluliðið við at hugsa um úttøkukrøvini, sum tú kanst lesa her 

 

Til ber at melda seg til Team Rynkeby 2015 við at trýsta her