Klassikari á Tjóðpallinum

Heilir 12 leikarar fara leygarekvøldið á pall í Tjóðpalli Førya, tá klassikarin eftir Tjekhov, Kirsiberjagarðurin, verður frumsýndur. Tað er kendi íslendski leikstjórin, Guðjón Pedersen, ið leikstjórnar.

Russiski leikrithøvundurin, Anton Tjekhov, sigst at vera størsti høvundur í heiminum næst eftir William Shakespeare, og tí ein dreymur hjá øllum sjónleikarum at framføra.
Umframt verk av styttri og longri slag hevur Tjekhov skrivað fýra sjónleikir, Másin, Djadja Vanja, Tríggjar systrar og so Kirsiberjagarðurin, sum Tjóðpallur Føroya nú hevur vant í skjótt sjey vikur.
Leikgongdin er í stuttum henda:
Ljuba Andrejevna, sum eigur góðsið við tí ómetaliga vakra kirsuberjagarðinum, kemur heim eftir at hava verið uttanlands í fimm ár. Bróður hennara Leonid og stjúkdóttirin Varya hava roynt at hildið góðsinum flótandi hesa tíðina, men nú sær út til at garðurin skal á tvingsilssølu. Forrættningsmaðurin Lopakhin roynir at yvirtala tey til at útstykkjað garðin til summarhús, og soleiðis ofra tann vakra garðin, men bjarga sær peningaliga. Hesum er Ljuba sterkt ímóti, hon vil hava Kirsiberjagarðin at standa sum hann altíð hevur gjørt, men hon hevur einki boð uppá hvussu trupulleikarnir kunnu loysast. Og meðan tey øll halda fram at brúka pengar og vóna at ein loysn fer at koma, nærkast tvingsilssølan í heilum.

Nógvir leikarar
Tjekhov er altíð ein stór avbjóðing hjá einum og hvørjum leikara og leikstjóra, og her verður ikki talan um eina traditionella, klassiska uppseting, men um eina modernaða tulking. Persónarnir í leikinum halda lívið vera eina langa veitslu, og tað sæst aftur í sýningini. Salurin á Meiarínum verður brúktur á heilt sermerktan hátt, og leikstjórin lovar eitt satt fýrverk av eini uppliving.
Leikstjórin, Guðjón Pedersen, setti upp “Aftaná Undrið” eftir Jóanes Nielsen í fjør. Eisini tá gjørdi Elin Edda Árnadóttir búnar, og afturat teimum er komin Finnur Arnar Arnarson sum ger pallmyndina. Árni Baldvinsson stendur fyri ljósið og André Niclasen hevur týtt leikin úr russiskum.
Ikki færri enn tólv leikarar eru við, og verður hetta sostatt størsta uppseting higartil á Gamla Meiarínum. Leikarar eru Birita Mohr, Barbara Christophersen, Katarina Nolsøe, Súsanna Tórgarð, Mariann Hansen, Bárður Persson, Hans Tórgarð, Páll Danielsen, Egi Dam, Kári Øster, Hjálmar E. Dam og Kjartan Hansen, ið hevur nomið sær sjónleikaraútbúgving í Luleå í Svøríki og leikar fyrstu ferð á Tjóðpallinum.
Frumsýning verður á Tjóðpalli Føroya leygardagin klokkan 19.00.