Ein 19 ára gomul genta er í kvøld flutt við flogfari á sjúkrahús í Danmark eftir eitt álvarsligt óhapp í Norðradali seinnapartin.
Fimm ung fólk, sum eru vandir klintrarar, vóru farnir til Norðradals at klintra, tá ið eitt óhapp elvdi til, at ein 19 ára gomul genta, sum altso er von at klintra, datt oman í einum hamara við bygdina.
Løgreglan sigur, at sjálvt fallið var 15 metrar. men har er rættiliga bratt og umframt sjálvt fallið, bóltaði hon harafturat einar 25-30 metrar oman ígjøgnum brekkuna.
Løgreglan fekk boðini klokkan 16.54 seinnapartin í dag og setti alt fyri eitt bjarging í verk.
Tyrlan var við í bjargingarvenjing saman við verjuskipunum Triton og hon fór alt fyri eitt á staðið við lækna. Tyrlan var á staðnum ein hálvan tíma eftir óhappið og flutti gentuna á sjúkrahús.
Løgreglan sigur, at hon hevur fingið skaða, men boðini frá læknunum eru, at hon er stabil, sum tey siga á læknamáli.
Kortini var mett at vera skilabest at flyta hana til Danmarkar á sjúkrahús og hagar er hon so farin við flogfari í kvøld.
|