Miroslav Klose hevur leingi verið ein nógv eftirspurdur maður, men seinastu tíðina er áhugin minkaður. Í dag hevur so týski landsliðsframherjin skrivað undir ein fýra ára sáttmála við suðurtýska stórfelagið, Bayern München.
Bayern keypti 29 ára gamla Miroslav Klose leysan úr Werder Bremen, har hann hevði sáttmála komandi kappingarár afturat.