Knústu allar rútar í tveimum gravimaskinum

Í gjár varð boðað frá herverki á tvær gravimaskinur á Glyvursnesi

Løgreglan fekk í gjár fráboðan um herverk, sum varð framt á tvær gravimaskinur, sum stóðu í grótbrotinum á Glyvursnesi. Allir rútarnir eru knústir. Fráboðanin kom í gjár, men herverkið kann verða hent einaferð seinastu vikuna. Enn hevur løgreglan onga slóð at ganga eftir, men málið verður kannað nærri, sigur vaktleiðarin á politistøðini.