Kobe Bryant deyður

Ein av bestu kurvabóltsleikarunum í søguni er deyður einans 41 ára gamal.

Ein av bestu og kendastu kurvabóltsspælarunum í søguni, Kobe Bryant, er deyður einans 41 ára gamal. Hann doyði í kvøld føroyska tíð í einari tyrluvanlukku.

Tyrlan, sum hann og fýra onnur vóru í, datt niður á eina fjallasíðu í Calabasas í Kalifornia, og LA County Sheriffs upplýsir á twitter, at øll fimm umborð eru deyð.

Nøvnini á teimum deyðu eru framvegis ikki alment kunngjørd, men amerikanskir miðlar skriva, at Kobe Bryant var umborð á tyrluni og er ímillum tey deyðu.

Kobe Bryant metist sum ein av bestu kurvabóltsleikarunum í søguni. Hann hevur skotið fjórðflest stig í NBA-søguni (33.643). So seint sum í nátt varð hetta talið yvirhálað av einari aðrari kurvabóltsstjørnu, LeBron James (33.655).

Kobe Bryant, sum spældi alla sína yrkisleið við Los Angeles Lakers árini 1996 til 2016, vann fimm NBA-meistaraheiti og var bæði á og uttanfyri vøllin ein av mest virdu monnunum yvirhøvur í kurvabólti.

Kobe Bryant var giftur Vanessu, og saman eiga tey bæði fýra døtur - Natalia (17 ár), Gianna (13 ár), Bianka (3 ár) og Capri (7 mánaðir).

Dagført kl.21.00: Kobe Bryant var á veg til ein kurvabóltsdyst, tá ið tyrluvanlukkan hendi, og ein av teimum deyðu er 13 ára gamla dóttir hansara, Gianna.