Kolumbia og Grikkaland víðari úr bólki C

Heldur óvæntað, gjørdist Grikkaland tað seinna liðið, ið spældi seg víðari úr bólki C.

Seinastu dystirnir í bólki C vórðu leiktir í kvøld. Tann meira spennandi dysturin í bólkinum var dysturin millum Fílabeinsstrondina og Grikkaland, tí vinnarin av tí dystinum vildi leika seg víðari.

 

Hóast fleiri høvdu væntað áðrenn dystin, at Fílabeinsstrondin fór at spæla seg víðari úr bólkinum, gjørdist tað Grikkaland, ið streyk avstað við teimum 3 stigunum. Sigursmálið fingu teir í evstu løtu, tá Giorgos Samaras umsetti brotsspark í málið.

Grikkaland kom annars á odda í dystinum, tá 42 minuttir vóru leiktir. Málskjútti var Andreas Samaris. Hóast Fílabeinsstrondin javnaði eitt korter áðrenn leiklok og hevði nokk við javnleiki fyri at spæla seg víðari, eydnaðist tað tó Grikkalandi at skora sigursmálið í evstu løtu.

 

Í hinum dystinum vann Kolumbia ein greiðan 4-1 sigur á Japan. Hóast hálvleiksstøðan var 1-1, hevði Kolumbia ein trumf í hálvleikinum, við tað at teir skiftu stjørnuleikaran James Rodriguez á vøllin. James Rodriguez spældi eisini ein stóran leiklut í, at Kolumbia fekk 3 mál í seinna hálvleiki. Sjálvur fekk Rodriguez eitt mál, meðan Porto framherjin Jackson Martinez fekk hini bæði.

 

Sostatt eru Kolumbia og Grikkland klár til áttandapartsfinalurnar.

 

Grikkaland - Fílabeinsstrondin 2-1 (1-0)

1-0 Andreas Samaris, 42.

1-1 Wilfried Bony, 74.

2-1 Giorgos Samaras (Brotsspark), 90.

 

Japan - Kolumbia 1-4 (1-1)

0-1 Juan Cuadrado (Brotsspark), 17.

1-1 Shinji Okazaki, 45.

1-2 Jackson Martinez, 55.

1-3 Jackson Martinez, 82.

1-4 James Rodriguez, 90.