Juan Manuel Santos, forseti í Kolumbia, hevur fingið friðarheiðursløn Nobels í ár.
Hann fær friðarheiðurslønina fyri friðaravtaluna, sum hann hevur samrátt seg fram til við FARC-geriljuna í Kolumbia.
Borgarakríggj hevur valdað í Kolumbia í 52 ár. 220.000 fólk hava latið lív og heili seks milliónir fólk eru flýdd heimanífrá. Hetta er eitt av longstu borgarakríggjum í heiminum.
Friðaravtalan í Kolumbia hevur verið millum favorittarnar at fáa friðarheiðurslønina, síðani avtalan varð undirskrivað í septembur. Óvissa stakk seg tó upp, tá kolumbianska fólkið, í eini fólkaatkvøðu sunnudagin, havnaði friðaravtaluni.
Kaci Kullman Five, forkvinna í Nobelnevndini, greiddi frá, at kolumbianska fólkið ikki hevði sagt nei til frið, men einans hesa friðaravtaluna.
Tað varð væntað, at friðarheiðurslønin eisini bleiv givin til FARC-leiðaran, Rodrigo Londoño, men so var ikki. Spurningurin er, um nobelnevndin helt tað vera ov illa lýtt, at geva friðarheiðurslønina til ein vápnaðan geriljabólk.
- Friðarheiðurslønin skal eisini skiljast sum ein heiður til kolumbianska fólkið, sum hóast mótburð og sorg, ongantíð hevur givið upp. Heiðurslønin er eisini ein heiður til tey mongu, sum umboða tað óteljandi mongd av offrum í krígnum. Heiðurslønin er eisini ein heiður til teirra, ið stríðast fyri at skap frið aðrastaðni í heiminum, segði Kaci Kullman Five í kunngerð síni.
- Juan Manuel Santos fær friðarheiðurslønina fyri at hava tikið stig til friðaravtaluna og alla tíðina at hava arbeitt við at føra avtaluna víðari fram, hóast hann visti, at tað var illa umtókt. Hann vísti eisini vilja at lata fólkið fáa seinasta orðið, við at leggja avtaluna út til fólkaatkvøðu, segði Kaci Kullman Five.
Kaci Kullman Five heitti á partarnar at halda áfram við friðartilgongdini, hóast úrslitið av fólkaatkvøðuni ikki gjørdist sum væntað og vísti á, at um partarnir ikki ansa sær, er vandi fyri, at borgarakríggið kyknar aftur. Hon heitt tí á partarnar, um at halda fast við vápnahvíldini.
- Hóast ein meiriluti var móti friðaravtaluni, merkir tað ikki, at friðartilgongdin er deyð. Fólkaatkvøðan var ikki fyri ella ímóti friði, men um hesa ávísu friðaravtaluna. Vónandi taka allir partar ábyrgd og taka lut í víðari samráðingum, segði Kaci Kullman Five.