- Arbeiðið við leiðingunum á Áarvegnum og á Túni í Kvívík er nú liðugt, og húsini eru nú knýtt í nýggju spillivatnsskipanina.
Í Kvívíkar kommunu siga tey, at tað var í vár, at kommunan gjørdi avtalu við fyritøkuna, R Transport á Strondum, um at leggja spillivatnsleiðingina í einum parti av bygdini.
- Hesin parturin snúði seg um húsini, sum liggja millum Víkarveg og Stórá. Hetta hevur gingið væl, og vit fegnast um góða og væl úr hondum greidda arbeiðið, sum R Transport hava gjørt.
Í Kvívíkar kommunu siga tey, at gongd eisini er á knýta tey húsini á Stykkinum í, sum enn ikki vóru íbundin spillivatnsskipanina.
- Hetta arbeiðið byrjaði í august í ár og verður væntandi liðugt seinni í heyst. Tá hetta er liðugt, eru øll húsini á Stykkinum, umframt bygdirnar Skæling, Leynar og Válurin, knýtt í spillivatnsskipanina.
Í Kvívík vantar ein partur av bygdini at verða knýttur í skipanina.
##med2##
- Hetta snýr seg um húsini eystan fyri ánna og niðan til skúlan og nøkur hús á Víkarvegnum.
Í Kvívíkar kommunu er málið at fáa sett pengar av á komandi fíggjarætlan, so arbeiðið við spillivatnsskipanini kann halda fram og gerast liðugt.