Kommunalt fullveldi

Jákup Suni Joensen, ið sum fyrstvaldur á fólkaflokslistanum eigur útspælið til komandi samgonguprátið, hevur ikki á nakran hátt lagt seg fastan á eina borgarliga samgongu. Fullveldiskósin hjá landsstýrinum telur eisini við í hesum sambandi heldur hann

Býráðsval


- Nei, tað er enn nakað tíðliga at siga nakað um, hvussu komandi býráðssamgongan fer at síggja út.

Orðini eigur maðurin, sum sigur við trumfinum í komandi samráðingunu , tá tosast skal um nýggja samgongu í Tórshavnar Kommunu.


Einki avgjørt

Tað ljóðaði annars mikumorgunin, at tað nærum var avgreitt, at at talan fór at gerast um eina borgarliga samgongu millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, men hetta var kollfirðingurin so í øllum førum ikki kunnaður um.

- Eg fari til Havnar á fund klokkan trý seinrapartin, og fyrr enn hesin er avgreiddur, fái eg illa sagt nakað sum helst.

- At síggja til eru tveir møguleikar tøkir, og tá vit eiga útspælið, ræður um at spæla kortini rætt, soleiðis at vit kunnu fáa sum mest burturúr.


Óvæntað undirtøka

Jákup Súni tóktist annar vera bæði fegin og bilsin um góðu undirtøkuna, sum hann hevði fingið til valið.

- Hetta er so avgjørt meira enn eg á nakran hátt hevði roknað við, men samstundis viðførir hetta eina stóra ábyrgd móvegis veljarunum, sigur nýggi býráðslimurin, og ber samstundis eina tøkk til teirra, sum á einhvønn hátt hava havt ávirkan í hesum.


Landspolitisk ávirkan

Umframt at vísa á, at ein borgarlig samgonga als ikki er avgreidd enn, sigur Jákup Súni, at tað eisini eru landspolitisk viðurskifti, sum gera seg galdandi.

- Politiska støðan í dag er jú tann, at fólkið er tvíbýtt. Tað kann so avgjørt hava sína ávirkan, sigur Jákup Suni Joensen. Hann vísir í hesum sambandi á, at fullveldistilgongdin á landsplani væl kann viðføra, at hitin mótvegis Tjóðveldisflokkinum er størri, enn hann er mótvegis sambandsflokkinum.

Sostatt kann væl verða, at Sambandsflokkurin aftur hesa ferð verður settur uttan ávirkan, hóast listin inniheldur toppskoraran í persónligum atkvøðum.

Við undanfarna val átti sambandið eisini toppskoraran, men Lisbeth L. Petersen vaknaði við kaldan dreym dagin eftir, tá tað varð staðfest, at samgonga var gjørd uttan um flokk hennara.