- Kommunurnar sjálvar grenja dúliga um, at tær betala fyri for nógva luft. Tað sigur Johnny Kruse, út frá teimum royndum hann hevur av at tosa við ymsar kommunur í landinum.
Johnny Kruse hevði eina ætlan, ið gekk út upp á at pressa rusk fyri kommunurnar og koyra tað á brennistøðina fyri kommununa. Hann hevði funnið eina passaliga bingju á umleið tíggju rúmmetur, eins og flestu ruskbingjurnar í landinum eru. Harafturat kundi hon lættliga togast upp á ein vanligan lastbil og tømast á brennistøðini, og síðan setast upp á pláss aftur.
Sjálvur hevur hann lastbil, og var tað ein liður í ætlanini, at hann sjálvur bjóðaði seg fram at koyra ruskbingjuna.
Spara nógv við at privatisera
- Fyri kommunurnar og landið loysir tað seg á tann hátt, at teir spara nógva koyring og harvið eisini nógv CO2 útlát. Ein pressubingja tekur millum seks og tíggju ferðir so nógv rusk sum ein vanlig bingja, og tað sigur seg sjálvt, at tá verður ikki neyðugt at tøma líka ofta. Harafturat kundi koyringin verið bjóðað út, tí tá er ikki longur neyðugt við serútgjørdum bilum, ið kosta tað hvíta út av eygunum. Tá kann ein og hvør við lastbili taka lastina uppá og koyra hana á brennistøðina. Har eru altso nógvir pengar at spara, greiðir Johnny Kruse frá.
Fyri nógvu árum síðan yvirtók IRF ruskkoyringina frá privatum, og eru eingi útlit fyri at nakað av virkseminum hjá IRF kemur á privatar hendur aftur. IRF eigur í dag allar liðirnar í innsavningini.
Gjalda fyri luft
- Í dag verður ruskið als ikki stúvað, tá tað verður koyrt í bingjurnar. Tá IRF tekur móti ruskinum, so siga teir jú at tað eru 10 rúmmetur í eini 10 rúmmetur bingju, men veruleikin er at tað sum oftast kanska ikki eru meiri enn 6 rúmmetrar brúktir. Tí betala kommunurnar fyri rættiliga nógva luft millum ár og dag, og tað vita tær eisini sjálvar av, greiðir Johnny Kruse frá.
Hinvegin er tað einki, sum nøkur av teimum følir at tær kunnu ella vilja gera nakað við, sambært Johnny Kruse.
IRF ein órørandi pengamaskina
Tá Johnny Kruse tosaði við kommunurnar tóku tær allar væl ímóti, og allar virkaðu sera áhugaðar í tí, hann hugsaði. Tó var ein felagsnevnari fyri allar kommunurnar.
- Tær spurdu allar hvat so við IRF?. Og tað vísir seg sum at IRF er ein órørandi pengamaskina, sum eingin torir at gera nakað við, hóast tað eru kommunurnar sjálvar, ið eiga IRF, sigur Johnny Kruse.
Hann greiðir eisini frá, at óansæð hvønn veg hann vendi sær, so føldi hann tað sum at hann rendi seg í IRF.
Mugu gjalda trífalt fyri pressað rusk
Á hvørjum ári verða nógvir pengar á fíggjarætlanum hjá kommunum nýttir til at savna inn og sleppa av við rusk. Summar kommunur eru byrjaðar at royna ymiskt fyri at spara á økinum, men hetta verður samstundis revsað av IRF.
Eitt nú hava nakrar kommunur sjálvar fingið sær pressubingjur. Afturfyri hevur IRF boðað frá, at pressað rusk kostar trífalt at sleppa av við, samanborið við vanligt rusk.
Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF, sigur, at filosofiin er tann, at alt er nøgd.
- Flestu pressur trýsta upp til tríggjar ferðir, og tí verður prísurin eisini trífaldaður, sigur Poul Andrias Joensen.
Fakta:
Rakstrarúrslitið hjá IRF 2000 – 2006 (mió. kr.)
2000 3,5
2001 4,4
2002 2,8
2003 6,2
2004 6,0
2005 6,5
2006 3,3*
* Virksemið niðurlagt longri tíðarskeið vegna útbygging. Máttu senda rusk av landinum.
Eginognin hjá IRF 2001 – 2006 (mió. kr)
2001 12,1
2002 15,4
2003 21,6
2004 27,7
2005 34,9
2006 38,1