Nú er líkt til, at Kommunuskuldin verður jólatrøll.
Annars var nógv orka løgd í at fáa eina loysn á skuldarkreppuni hjá teimum ringast staddu kommununum í ár.
Men tað verður av ongum.
Jákup Lamhauge, formaður í Býarfelagnum sigur, at onki bendir á, at tað fer at bera til at fáa eina loysn á kommunuskuldini í ár.
Tí síðani stígur kom í samráðingarnar um kommunuskuldina fyri einum mánaða síðani, hevur ongin fundur verið aftur og ongin fundur er avtalaður.
Samráðingar vóru annars ímillum Býarfelagið og Landsstýrið um at sanera 81 milliónir av kommunuskuldini, so at ongin kommuna kom at skylda meiri enn tríggjar álíkningar.
Nakað skuldi takast úr kommunala veðhaldsgrunninum og restina skuldi landskassin spjaða til.
Síðani skuldi veðhaldsgrunnurin takast av, tá ið avtalan, sum nú er um kommunuskuldina, gongur út í 2000.
Kommunurnar skuldu so hvør í sínum lagi fáa sín part útgoldnan úr grunninum at betala skuld niður við.
Eitt sindur av muni var tó á, hvat landsstýrið vildi betala og tað, sum kommunurnar hildu, at landskassin átti at spjaða til.
Men eygleiðarar, sum vóru við í samráðingunum, hava alla tíðina hildið uppá, at munurin var so mikið lítil, at tað hevði væl borið seg til at funnið eina semju.
Men saneringsloysnin varð fyribils skotin í kav, tá ið Kommunufelagið, kunngjørdi at tað vildi ikki taka undir við hesum og vildi heldur varðveita veðhaldsgrunnin til at lata teimum ringast staddu kommununum stuðul úr til at gjalda skuld niður við.
Kommunufelagið heldur, at kommunurnar standa sterkari í samráðingunum sum verða um skuldina í 2000, um tær hava grunnin í rygginum, og fara tískil at fáa nógv bíligari lán í felag, enn um tær fara at samráðast einsamallar við ongari trygd í rygginum.
Kommunufelagið sigur tí, at í longdini er teirra loysn bíligari enn tann hjá Býarfelagnum, og fer tí eisini at gagna kommununum meiri.
Eg sakni prógv
Men hesum er formaðurin í
Býarfelagnum, Jákup Lamhauge, alt annað enn samdur í.
Hann sigur, at tað er eingin ivi um, at saneringsloysnin er tann besta hjálpin, kommunurnar kunnu fáa.
?Eg má eisini siga, at eg sakni prógv fyri pástandinum hjá Kommunufelagnum um, at kommunurnar fara at fáa eina nógv betri avtalu um restskuldina, um tær samráðast í felag.
Eftir at hava kannað málið, er niðurstøðan hjá Kommunufelagnum, at verður saneringsloysnin vald, skulu tær ringast staddu kommunurnar ikki rokna við at sleppa bíligari enn 9% í rentu av restskuldini.
Fara kommunurnar at samráðst í felag, við veðhaldsgrunninum í rygginum, eru góð útlit til, at rentan verður ikki meiri enn 5,5%.
Jákup Lamhauge sigur, at hann vildi havt hendan pástandin váttaðan, áðrenn hann tekur hetta fyri góða varu.
? Eg havi roynt at fáa tað vátta, sum Kommunufelagið sigur, at fara vit at samráðast vit í felag, fáa vit fíggja alla kommunuskuld ina í Føroyum yvir 20 ár við 5,5% í fastari rentu.
? Men eg fái tað ikki váttað nakrastaðni. Hatta eru bara tanka.
Jákup Lamhauge sigur, at Býarfelagið hevur eisini tosað við peningastovnarnar og eftir tí at døma, er støðan akkurát tann øvugta av tí, sum Kommunufelagið sigur.
? Tað, sum vit hava fingið upplýst, er at peningastovnarnir hava ongantíð væntað, at veðhaldsgrunnurin skal halda fram longri enn til 2000.
?Tá verða tað ivaleyst eisini kommunur, sum koma at flóta eitt sindur tungt.
? Men peningastovnarnir føra fram, at tað er heilt burturvið, at tyngja tær kommunurnar við eini høgari rentu, tí so standa tær bara fastar aftur, áðrenn langt um líður.
? Tí er tað greitt, at peningatovnarnir meta ikki, at tað verður nakar trupulleiki hjá kommununum at fáa eina nøkunlunda lagaliga fígging um restskuldina, hóast ongin veðhaldsgrunnur er í trygd.
? Tí tað ber til at fáa trygd aðara vegir.
? Eitt nú hava tær longu trygd í kommunuskattinum og eftir hvat skilst, kemur at standa í eini nýggjari kommunulóg, at ongin kommuna sleppur at læna meiri enn eina líkning.
Misskilt
Men tað, sum Kommunufelagið førir fram, er at saneringsloysnin er longu kollsigld, tí Landsstýrið vil undir ongum umstøðum spjaða meiri enn 25 milliónir til eina slíka loysn. Men so kemur veðhaldsgrunnurin niður á 82 milliónir. Og ein býráðsformaður hevur gjørt púra greitt, at hann kann ikki góðtaka, at hansara kommuna fær minni útgoldið úr grunninum í 2000 enn sín part av 100 milliónum.
? Hatta kenni eg onki til, og eg haldi, at hatta er ein misskiljing. Í Býarfelagnum er semja um saneringsloysnina, sigur Jákup Lamhauge.
? Tað, sum eg haldi, er trupulleikin, er, at Kommunufelagið tekur ikki undir við saneringsloysnini. Eftir, hvat skilst, eru tað fleiri kommunur, sum ikki vilja hoyra talan um sanering.
?Ætlanin var, at Landsstýrið skuldi betala 51 milliónir úr veðhaldsgrunninum og fáa 26 milliónir aftur í 2000.
Men tað eru nakrar milliónir, sum skilja partarnar, og tað var hetta, sum samráðingarnar skuldu fáa greiði á hesar dagarnar.