Kommunulæknar fara ikki at koppseta børnini

Tað verða ikki kommunulæknarnir, sum fara at koppseta børnini millum 5 og 11 ár – í øllum førum ikki í fyrstu syftu. Heilsumálaráðið hevur valt aðra loysn

 

Børnini verða koppsett í Heilsuverkinum.

 

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Ætlanin var annars, at kommunulæknarnir skuldu koppseta børnini. Men tað vilja teir ikki, tí um teir ikki eisini sleppa at koppseta tey vaksnu, so vilja teir heldur ikki koppseta børnini, sum tí hava verið gíslar í hesum málinum síðani 15. desember í fjør.

 

Talan er um mál, sum snýr seg um pengar. Prísurin, sum kommunulæknarnir ætla at taka fyri koppseting sigst vera tríggjar ferðir so høgur, sum prísurin hjá Heilsuverkinum er. 

– Vit hava roynt at loyst uppgávuna, vit fingu við at kommunulæknarnir skulu koppseta. Men av tí, at kommunulæknarnir ikki vilja koppseta børnini, um teir ikki sleppa at koppseta tey vaksnu, so fáa vit ikki gjørt meira, og hesum hava vit boðað Heilsumálaráðnum frá, sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd.

Tað hevur ljóðað, at Gigni møguliga skuldi taka sær av hesi koppsetingini, men tann loysnin er tó ikki vald.

– Eg vænti, at hetta kemur upp á pláss í morgin, og so verður tað Heilsuverkið, sum eisini fer at taka sær av koppsetingini av børnunum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.