Løgmaður sigur, at um kommunur ikki sjálvar finna út av at leggja saman í hesum kommunala valskeiðnum, so kunnu onkrar kommunur verða noyddar saman. Mynd: Álvur Haraldsen

Kommunur kunnu verða noyddar at leggja saman

Løgmaður útilokar ikki, at landið seinni kann fara at krevja kommunusamanleggingar.

Løgmaður sigur, at um kommunur ikki sjálvar finna út av at leggja saman í hesum kommunala valskeiðnum, so kunnu onkrar kommunur verða noyddar saman. Mynd: Álvur Haraldsen

Tað sigur hann í samrøðu við ólavsøkublaðið hjá Sosialinum, sum hevur spurt hann, um ætlanin hjá landsstýrinum er at noyða kommunur at leggja saman.

 

– Ikki enn. Men tað kann koma, sigur Beinir Johannesen, løgmaður.

Hann vísir á, at fleiri kommunur longu hava tosað um sjálvbodnar samanleggingar.

– Vit vilja geva kommununum ein møguleika at finna loysnir sjálvar. Tað er tann besta loysnin.

Men um einki er hent, tá hetta kommunala valskeiðið er liðugt, kann landið taka stig til at áseta eina nýggja kommunuskipan.

– Eg veit ikki, um tað endiliga skulu vera sjey kommunur. Tað týdningarmiklasta er, at tær eru sterkar, sigur Beinir Johannesen við Sosialin.

 

Lesið longri samrøðu við løgmann í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.

 

Spurdur, hvørji úrslit løgmaður væntar at kunna vísa á um eitt ár, nevnir Beinir Johannesen serliga hesi mál:

 

  • eina loysn á bústaðarøkinum,
  • broytingar í barsilsskipanini,
  • ein strammari útlendingapolitikk,
  • nýskipanir í almenna geiranum,
  • og eitt fíggjarlógaruppskot við avlopi.

 

 

 

 

 

Løgmaður sigur, at um kommunur ikki sjálvar finna út av at leggja saman í hesum kommunala valskeiðnum, so kunnu onkrar kommunur verða noyddar saman. Mynd: Álvur Haraldsen