Kommunusamskipan Føroya heitir nú á landsstýrið um at skipa og raðfesta vælferðargransking í Føroyum Vælferðarskipanin fevnir um mong týdningarmikil viðurskifti í samfelagnum, og tí hava Norðurlond í mong ár havt skipaða vælferðargransking.
Ítøkilig vitan, hagtøl og útgreiningar eru avgerandi fortreytir fyri, at vælferðarskipanin kann gerast betri og nøktandi fyri øll. Bert á tann hátt kunnu vit neyvt eyðmerkja trupulleikarnar og skeivleikarnar, og bert á tann hátt ber til at betra um grundarlagið undir politisku raðfestingunum og avgerðunum.
Tí er neyðugt við gransking á økinum, sigur Kommunusamskipan Føroya í tíðindaskrivi.
Men í Føroyum er støðan tann, at vit gita og meta, men vit vita lítið.
Kommunuskipanin vísir á, at í aldrinum 20-39 ár, eru 1.085 færri kvinnur enn menn í Føroyum, og í aldrinum 40-59 ár vóru 689 færri kvinnur enn menn. Í fjør komu somuleiðis fram tøl, sum vístu, at munandi fleiri føroyskar kvinnur búgva í Danmark enn føroyskir menn.
- Hetta eru kvinnur í besta barnsburðarføra aldri og í besta virkisføra aldri, sum føroyska samfelagið missir allan ágóðan av.
Tí heldur kommunuskipanin, at tað er neyðugt at fáa greiði á ymsum spurningum og tí er neyðugt at granska, hvat sermerkir kvinnurnar, sum fara av landinum? Hví koma tær ikki heimaftur ? Er galið við sosialu skipanunum, ella útbúgvingarskipanini? Er ójavnstøða framvegis á arbeiðsmarknaðinum ella eru vinnuligu og fakligu avbjóðingarnar ov fáar til at fáa vælútbúnar kvinnur heimaftur?
- Politiska skipanin hevur eingi nøktandi svar uppá hesar og aðrar viðkomandi spurningar, tí eingin skipað gransking fer fram innan vælferð.
- Eingin ivi er tó um, at skeiva kynsbýtið hevur og fær stórar avleiðingar fyri føroysku vælferðina, sigur kommunusamskipanin.
Men ásannað verður, at hetta er eisini ein trupulleiki fyri føroysku kommunurnar, ið hava høvuðsábyrgdina av fleiri grundleggjandi vælferðartænastum.
Tì heitir Kommunusamskipan Føroya tískil nú alment á landsstýrið um at skipa og raðfesta føroyska vælferðargransking.
- Vit eru sannførd um, at skipað vælferðargransking er alneyðug fyri at fáa betri vitanargrundarlag til vega og harvið eisini eitt betri politiskt avgerðargrundarlag, sigur felagsskapurin.