Fyrstu fimm mánaðirnar í ár hava kommunurnar kring landið mist meira enn 16 milliónir krónur av sínari skattainntøku. Seinastu tølini frá Fíggjarmálaráðnum vísa, at skattainntøkan hjá kommununum higartil í ár er minkað við trimum prosentum. Størsta minkingin hevur verið í mai mánaði, tá ið skattainntøkan rapaði niður í nógv kommunum.
Tann kommunan, sum hevur mist mest av sínum skattainntøkum, er Skúvoyar kommuna, sum higartil hevur fingið sløk 20 prosent minni inn í skatti samanborið við somu tíð í fjør. Viðareiðis kommuna hevur næstan 19 prosent av skattainntøkunum, og Húsavíkar kommuina hevur mist 13 prosent.
Allarflestu kommunurnar hava mist burtur av sínum skattainntøkum í ár, men tað eru eisini undantøk.
Kunoyar kommuna hevur fingið næstan 9 prosent meira inn í skatti higartil í ár samanborið við somu tíð í fjør.